Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-8 Landafrøði 1 Er áhugi at fara enn longur inn í evnið, kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðunum Samsvarar kortið við veruleikan?, Tá ið jørðin verður avmyndað á ein slættan flata og Niðurfellingar til ymisk endamál . 2. Støddarlutfall og ymisk sløg av kortum Hendan uppgávan kann eisini verða brúkt í tvørfakligum arbeiði saman við støddfrøði (støddarlutfall) og ítrótti (postarenning – topografisk kort). Støddarlutfall - í nærumhvørvinum Kortið lýsir ikki bara veruleikan á einfaldan hátt, men ger eisini veruleikan minni. At skilja støddarlutfallið er ein fortreyt fyri at brúka eitt kort. Næmingarnir kunnu byrja við at grunda um spurningin: -- Hvussu kunnu Føroyar rúmast á einum A4-arki? Síðani kunnu teir fara í smálutir. Nýt tekstin í bókini sum grundarlag. Tekna nøkur dømi á talvuna úr nærumhvørvinum, t.d. skúlastovuna, gongina ella skúlagarðin. Lat næmingarnar tekna av og skriva málini á. Sig teimum støddarlutfallið og lat teir rokna út, hvørji tey veruligu málini eru. Uppgávan er treytað av, at lærarin veit tey veruligu málini. Støddarlutfall – at meta um frástøðu Ein annar máti at læra seg støddarlutfall er at arbeiða við atlasi. Gev næmingunum sum uppgávu at meta um frástøðu millum ymisk pláss ella lond út frá galdandi støddarlutfalli. Teir kunnu eisini mála neyvari, men tá verður uppgávan drúgvari. Ger næmingunum greitt, at kort við stórum støddarlutfalli, t.d. 1:50.000, vísir ein lítlan part av heiminum, men kort við lítlum støddarlutfalli, t.d. 1:15 mill., vísir ein størri part av heiminum. Jú størri støddarlutfallið á einum korti er, nágreiniligari er tað. Eitt kort við lítlum støddarlutfalli vísir eina stóra heildarmynd og kann tí ikki vísa smálutir. At tekna kort Næmingarnir kunnu læra seg at tekna kort, eitt nú við at tekna eitt kort yvir heimstaðin, sum kann brúkast til postarenning. Ger uppgávur, sum vísa førleikan hjá næmingunum at tekna kort, skilja støddarlutfall o.s.fr. Næmingarnir skulu helst fáa høvi at samanbera kortið við veruleikan. Tvørgreinaligt samstarv við ítrótt er upplagt. Ein uppgáva kann vera, at næmingarnir skulu skriva niður allar upplýsingar, sum teir fáa burtur úr einum topografiskum korti. Hendan uppgávan gevur tær sum lærara greiða mynd av, hvussu ymiskt næmingarnir fata eitt kort. Landafrøði 1, bls. 23
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=