Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-11 Landafrøði 3 Avritssíða 17.3 Norðamerika – Endurtøka 1. Hví vita vit so nógv um Norðuramerika? 2. Greið frá hugtakinum “stakríki”. 3. Hví royna nógvir meksikanarar at koma um markið til USA? 4. Hvaðan er fólkið í Norðuramerika? 5. Á hvønn hátt varð upprunafólkið ávirkað av, at evropearar tóku landið? 6. Tekna kort av Norðuramerika. Merk av á kortinum tey fjølbygdastu økini. Hvørja niðurstøðu kemur tú til? 7. Hvørji mál tosa tey í Norðuramerika? Hvar verða málini tosað? 8. Greið í stuttum frá náttúruni í Norðuramerika. 9. Greið í stuttum frá landbúnaðinum í USA og Kanada um- framt í Meksiko og Miðamerika annars. 10. Nevn nøkur dømi um týdningarmikið náttúrutilfeingi, sum er at finna í Norðuramerika. 11. Hvussu verður umhvørvið ávirkað av lívsførsluni í Norðu- ramerika?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=