Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-12 Landafrøði 3 Avritssíða 17.4 Norðuramerika - Hugdýping 1. Indianarar og afroamerikanarar eru stórir minnilutabólkar í Norðuramerika. Finn fram til, hvussu stórur partur av fólkinum í Kanada og í USA er úr hesum fólkabólkum. Sig í stuttum frá teirra søgu og hvussu støðan hjá teimum er nú á døgum. 2. Meksikobýur er ein av heimsins størstu og skjótast vaksandi býum. Greið frá býnum. Viðger fyrimunir og vansar av at búgva í Meksikobýi. 3. Hugsa tær, at tú ert ungur meksikanari og hevur tikið av- gerð um ólógliga at flyta til USA. Hví tekur tú hesa stóru og vandamiklu avgerð? 4. USA hevur ómetaliga stórar nøgdir av olju, men kortini má landið innflyta stórar nøgdir av olju. Hví hevur USA ikki nóg mikið av olju til egna nýtslu? Hvussu hevur hetta ávir- kað mátan, sum USA ber seg at í verðini? 5. Tekna ein topografiskan tvørskurð av USA frá San Francisco til Washington. Brúka kort, sum vísa fjøll og hæddarmunir. Hvussu ávirkar tað hitaviðurskiftini og avfallið í USA, hvar fjallarøðir eru, og hvar láglendi og hálendi er? 6. Karibia, sunnari partur av USA og partar av Miðamerika verða ofta rakt av ógvisligum veðurlagsfyribrigdum. Tropis- kar melduródnir kunnu gera stóran skaða og krevja nógv mannalív. Kanna og greið frá einari víðagitnari ódn. Hví eru so ofta tropiskar ódnir í hesum øki? 7. Hví eru fólk í vestara parti av meginlandinum hótt av jarð- skjálvta og eldgosi?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=