Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-1 Landafrøði 3 Suðuramerika Í læraravegleiðingini eru fjølbroyttar uppgávur um meginlandið. Uppgávurnar eru av ymiskum slag: einstaklingauppgávur, felags uppgávur, skrivligar uppgávur og munnligar uppgávur. Viðvíkjandi uppgávum í grundleggjandi navnalandafrøði og økislandafrøði verður víst til partin Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3. Við uppgávunum í læraravegleiðingini verða mentir førleikar til millum annað at leita, skipa og meta um upplýsingar, at síggja orsakir og avleiðingar, at síggja sambond og heildir, umframt at grundgeva og gera egnar niðurstøður. Endamál At skilja, hvussu søgan hjá Suðuramerika hevur ávirkað heimspartin Suðuramerika er á mangan hátt ein heimspartur við nógvum andsøgnum. Viðvíkjandi máli og átrúnaði er fólkið rættiliga einsháttað. Hinvegin eru nógvir ymiskir tjóðarbólkar í flestu suðuramerikonsku londunum. Ofta er stættamunurin stórur, og vegna tann fíggjarliga og samfelagsliga ójavnan kann støðan summastaðni verða borin saman við eina krúttunnu. Fyri at fáa eina fatan av, hví Suðuramerika sær út, sum tað ger, mugu vit aftur til hjálandatíðina. Tí hevur tað stóran týdning at fáa søguliga sjónarhornið fram í undirvísingini. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir í stuttum at greiða frá, hvussu hjálandatíðin hevur ávirkað Suðuramerika • dugir á einfaldan hátt at lýsa íbúgvar, landbúnað, náttúrutilfeingi, ídnað, náttúru og veðurlag og sambandið millum tey • veit um tey sosialu viðurskiftini í einum landi í Suðuramerika, eftir egnum vali • dugir at greina ein aktuellan spurning viðvíkjandi Suðuramerika. BÓKMENTIR Heimssøga fram til 1700, bls. 102-106 og 116. Nám 2012 Heimssøga frá 1900 til í dag, bls. 126- 130. Nám 2012 Flemming Petersen: Achéindiánar í Paraguei. Føroya Skúlabókagrunnur 1995 Flemming Petersen: Føroyingur í Paraguei. Føroya Skúlabókagrunnur 1995 Høgni Debes Joensen: Kubaferð. Fannir 1985 Mary-Ann Jacobsen: Nicaragua - eitt øðrvísi samfelag. Føroya Skúlabókagrunnur 1990 E. Lindenskov og R. Meitil: Bolivia. Føroya Skúlabókagrunnur 1990 Eusebio Topooco: Fyrsta ferðin hjá Wairu. Føroya Skúlabókagrunnur 1989 B. A. Runnerström: Arhuaco. Dropin 1986 Mecka Lind: Isabel - gøtubarn í Rio. BFL 2002 18

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=