Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-2 Landafrøði 3 Arbeiðsgongd Her eru fýra sløg av uppgávum ummeginlandið: 1. At arbeiða við kortum sum keldu. Næmingarnir nýta atlasið einsamalt at finna sær upplýsingar um meginlandið, sum teir síðan skriva um. Síðan kann felags orðaskifti vera í flok- kinum um sambond millum ymsu tættirnar og orsakir. 2. Hjálandatíðin. Brúka samrøðu at skapa grundarlag fyri fatan av, hvørja ávirkan hjálandatíðin hevur havt á megin- landið. 3. Sosial viðurskifti í Suðuramerika. Næmingarnir arbeiða í bólkum við at savna upplýsingar frá ymsum keldum og síðan tulka tær. Munnlig framløga 4. Spurningar til hugdýping. Næmingarnir skriva hvør í sínum lagi eina uppgávu um onkran aktuellan spurning. 1. At arbeiða við kortum sum keldu Uppgávan, sum verður lýst niðanfyri, verður ofta hildin vera áhugaverd og stimbrandi. Næmingarnir verða stuðlaðir at hugsa sjálvir og síggja, hvussu nýtiligt atlasið er. Harumframt kann lærarin gera sær mynd av, hvussu næmingarnir duga at lesa kort og skilja teknini á tí og at halda skil á ættum, knattstøðum og øðrum landafrøðiligum hugtøkum. Byrja við at lata næmingarnar finna Suðuramerika í atlasinum. Lat teir eisini fáa eina løtu at kunna seg um ymsu evniskortini. Lat teir síðan skrivliga greiða frá Suðuramerika, so væl teir kunnu, einans út frá atlasinum. Útgangsstøðið í frágreiðingini kann vera evnini niðanfyri: • Náttúran (fjøll, slættar, áir,vøtn o.s.fr.) • Veðurlag og vakstrarøki • Nýtsla av lendi • Náttúrutilfeingi og ídnaður • Íbúgvar og lond Felags samandráttur Uppgávan kann verða løgd fram á tann hátt, at næmingarnir lata læraranum skrivligu uppgávuna og/ella við felags samandrátti á talvuni, har lærarin skipar fyri. Best er at samskipa báðar mátarnar. Skrivlig frágreiðing noyðir næmingarnar at seta orð á sínar tankar. Felags samandráttur er góð hjálp, tá ið tað ræður um at vísa á mynstur, sambond og útbreiðslu. Harvið fáa næmingarnir greiði á, hví Suðuramerika er, sum tað er. Landafrøði 3, bls. 106-133 Avritssíða 2.1

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=