Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-3 Landafrøði 3 Niðanfyri eru nøkur hugskot til samandráttin. Náttúra Tekna á eitt kort fjøll, háslættar, stórar áir, vøtn o.s.fr. Tá ið tit tekna Andesfjøllini, stóra fjallaryggin í Suðuramerika, á kortið, kunnu tit nýta høvið at tosa um eldgos, jarðskjálvtar og plátuvond. Áarskipanin í Amazonas er góð at viðgera sum dømi um, hvussu frárenningarøki hjá áum virka. Veðurlag og vakstrar øki Kanna, hvussu avfall og hiti eru í Suðuramerika. Vís á sambandið millum avfall, hita og ymsu vakstrarøkini. Her ber til nágreiniliga at kanna serligu eginleikarnar og fortreytirnar hjá tropiskum regnskógi. Harumframt ber til at kanna tað fyribrigdið, at oyðimerkur eru á einum háslætta, sum fer bratt upp frá strondini. Ein av heimsins turrastu oyðimørkum, Atacamaoyðimørkin, er í Kili á vesturstrondini í Suðuramerika. Nýtsla av lendi Her verður fyrst og fremst hugt at, hvar landbúnaður er. Hvør grøði verður velt hvar, og hvørji dýr eru hvar. Og hví júst har? Setið nýtsluna av lendinum í samband við avfall, hita, náttúru og jørðildi. Náttúrutilfeingi og ídnaður Set á kortið, hvar tað ymiska náttúrutilfeingið er. Tit kunnu hava orðaskifti um sambandið millum náttúrutilfeingi, ídnað og flutningsmøguleikar. Tit kunnu eisini hava orðaskifti um, hvussu regnskógurin í Amazonas verður gagnnýttur. Íbúgvar og lond Kanna, hvar í meginlandinum fólkið býr, og roynið í felag at greiða frá, hví tað er so. Her er vert at viðgera hugtakið býargerð, eftirsum Suðuramerika er tann heimsparturin, har flytingin av bygd til bý gongur skjótast. Um leið tríggir fjórðingar av fólkinum í Suðuramerika býr í býum. Takið samanum við at gjøgnumganga, hvussu londini í Suðuramerika eita, og hvar tey eru. Londini kunnu verða flokkað í øki, sbr. bls. 106 í bókini. 2. Hjálandatíðin Hevði Suðuramerika ikki havt verið hjáland hjá evropearum, einamest hjá spaniólum og hjá portugisum, hevði heimsparturin óivað verið heilt øðrvísi. Viðurskifti, sum hava røtur aftur í hjálandatíðina eru t.d.: Samansetingin av fólki og sosiala býtið, hvussu landbúnaðurin er lagaður, átrúnaður, og hvørji mál verða tosað. Fyri betur at skilja støðuna hjá Suðuramerika er týdningarmikið, at næmingarnir fáa

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=