Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-4 Landafrøði 3 innlit í søguna. Uppgávan hóskar væl sum tvørfakligt arbeiði saman við søgu. Legg fyri við at siga frá Legg fyri við at siga frá hendingum í sambandi við, at hjálandaveldi løgdu Suðuramerika undir seg. Frásøgnin kann t.d. vera um, tá ið Pizzaro við sínum heri tók inkaríkið, ella tá ið Cortès við sínum heri kríggjaðist móti aztekararíkinum. Eisini ber til at siga frá øðrum søgum, ið hava samband við hjálandatíðina í Suðuramerika. Eisini kann verða viðmælt at hyggja at filminum The Mission , sum viðger virksemið hjá jesuittum í Suðuramerika. Tosið um, hví spaniólar og portugisar vildu hertaka Suðuramerika. Hvørjum fóru teir í roynd og veru eftir? Inngangurin er ætlaður at fanga áhugan hjá næmingunum og at gera teir forvitnar. Síðan kunnu næmingarnir fara at arbeiða við spurninginum: Hvussu hevur hjálandatíðin ávirkað Suðuramerika? Í bókini verður greitt frá, hvørja ávirkan hjálandatíðin hevur havt, og hon er góð at brúka, tá ið næmingarnir viðgera spurningin. Takið samanum og viðgerið úrslitini hjá næmingunum í felag. Avritssíðan Hjálandastevnan úr ymsum sjónarhornum er hóskandi at enda hetta arbeiðið við. Er tað eftirfarandi, sum næmingarnir hava skrivað í avritssíðuna, prógvar tað, at teir hava skilt evnið væl. Næmingur, sum ikki fer í dýpdina við arbeiðinum, megnar vanliga ikki uppgávuna. Tú kanst í tí førinum brúka uppgávuna sum grundarlag at tosa við næmingin um, hvussu hann lesur, hugsar og leggur arbeiðið hjá sær til rættis. 3. Sosial viðurskifti í Suðuramerika Hendan uppgávan eru ætlað at geva næmingunum eina mynd av, hvussu sosialu viðurskiftini eru í teimum ymsu londunum í Suðuramerika. Næmingarnir fáa harumframt venjing í at handfara hagtøl. Uppgávan krevur, at næmingarnir eru førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt við at leita, skipa og meta um upplýsingar. Arbeiðið tekur støði í seks ymiskum sosialum økjum. Undir hvørjari yvirskrift eru dømi um viðurskifti, sum næmingarnir kunnu kanna. Fíggjarlig vælferð Arbeiði, t.e. hvussu stórur partur av fólkinum hevur arbeiði Inntøkur Ognir BTÚ/íbúgva Heimssøga fram til 1700, bls. 102- 106 og 116. Nám 2012 Avritssíða 18.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=