Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-5 Landafrøði 3 Heilsa Likamlig heilsa Miðal lívsævi Pinkubarnadeyði Atgongd til heilsurøkt Atgongd til drekkivatn og mat Útbúgving Lesiførleiki Atgongd til útbúgving Bústaðarumhvørvi Bústaðarkor Slit og dálking av bústøðum Luttøka í samfelagnum Valluttøka Atgongd til sjónvarp, útvarp og avísir Støðan hjá minnilutum í samfelagnum Sosialar skipanir Stødd á húsarhaldum Miðalaldur við hjúnalag Hvussu stórur partur gongur saman í hjúnalag? Hvussu er samfelagið skipað? Hvussu nógv brotsverk eru? Arbeiðsgongd Být næmingarnar í bólkar við seks í hvørjum. Hvør bólkur velur sær eitt land í Suðuramerika eftir áhuga. Síðan býta luttakararnir økini omanfyri millum sín. Ein annar møguleiki er at lata hvønn bólk kanna tvey lond og samanbera tey við støði í hesum seks økjunum. Tað er ein fyrimunur, um næmingarnir kunnu bera saman við viðurskifti í Føroyum. Bólkarnir taka samanum við munnligari framløgu. Royn saman við næmingunum at finna mynstur í samfelagsligu viðurskiftunum í Suðuramerika. Eru sosialu viðurskiftini í einum landi vánalig, er áhugavert at tosa um, hvussu bøtt kann verða um tey.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=