Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-8 Landafrøði 3 Avritssíða 18.2 Suðuramerika – Endurtøka 1. Flokka londini í Suðuramerika í øki. Greið frá, hvat er felags fyri londini í ymsu økjunum. 2. Tekna tíðarlinju, sum byrjar fyri 14.000 árum síðan og fram til 1970-árini. Set á tíðarlinjuna týdningarmiklar søguligar hendingar og tíðarskeið. 3. Hvaðan stavar stórur partur av fólkinum í Suðuramerika? 4. Hví er tropiski regnskógurin vorðin alsamt tættbygdari seinastu 40 árini? 5. Greið frá, hvat hetta er: Amazonas, Llanos og Pampas. 6. Greið frá, hvat slag av veðurlagi er í ymsu pørtunum av Suðuramerika. 7. Greið frá muninum millum latifundio og minifundio. 8. Hví er kokainplantan væl umtókt millum bøndur í Suðuramerika? Hvørjar trupulleikar hevur handilin við kokainbløðum elvt til? 9. Nevn nøkur dømi um týdningarmikla grøði, sum verður dyrkað í gróðrarlundum ymsastaðni í Suðuramerika. 10. Nevn trý dømi um náttúrutilfeingi, sum hava stóran týdning fyri Suðuramerika. 11. Nevn nøkur dømi um fyrimunir og vansar, sum kunnu standast av at gagnnýta náttúruríkidømi, bæði fyri fólkið í Suðuramerika og í restini av heiminum.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=