Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-9 Landafrøði 1 Ymisk sløg av kortum Næmingarnir skulu eisini koma fram til, at ymisk kort geva ymiska vitan. Eitt gott hugskot er at vísa teimum ymisk kort og vita, hvat tey fáa burturúr. Tað ber eisini til at taka niður kort av internetinum á samvirknu talvuna ella teldustórskíggja. Tú kanst sjálvandi eisini brúka kortini á bls. 24–25 í bókini. Eftir at næmingarnir hava teknað síni egnu kort yvir heimstaðin, kann vera hent at fara inn á www.kortal.fo og kanna tey ymisku sløgini av kortum, sum har eru, og hvørjar upplýsingar til ber at finna har. Legg dent á at tosa við næmingarnar um, hvørja vitan vit kunnu fáa úr einum korti. Eitt tað týdningarmesta er, at næmingarnir skilja, at tað ræður um at hyggja at frágreiðingini til hvørt einstakt kort fyri at fáa røttu vitanina, og at ymisk kort verða brúkt, alt eftir hvørjari vitan leitað verður eftir. Hava næmingarnir skilt tað, nýtist ikki at gera meira burturúr, men tú kanst sjálvandi lata næmingarnar fara meir í dýpdina. Her eru tvey uppskot, hvussu tað kann verða gjørt: 1. Lat næmingarnar gera eitt evniskort av nærumhvørvinum og bið teir síðan seta nakrar spurningar, sum til ber at finna svarini til í kortinum. Næmingarnir kunnu so skifta um kort og spurningar. 2. Lat næmingarnar gera eina skrivliga lýsing av einum landi við upplýsingum úr ymiskum evniskortum (krevur eitt gott atlas – ella internet). Jørðin og kortini Til hetta virksemið krevst, at næmingarnir hava atgongd til Google Earth. Tá ið næmingarnir hava skilt, hvussu forritið riggar, kunnu teir gera uppgávur til floksfelagarnar. Tey kunnu t.d. finna ávís støð á jørðini, sum tey síðan geva floksfeløgunum sum uppgávu at finna. Næmingarnir kunnu eisini fáa sum uppgávu at finna knatt- støðuna hjá: 1. Tinganesi í Tórshavn 2. Big Ben í London 3. St. Pæturskirkjuni í Rom 4. Pyramidunum við Ghiza (uttan fyri Kairo) 5.Kinesiska múrinum og øðrum áhugaverdum støðum. Landafrøði 1 bls. 24-25 Landafrøði 1, bls. 28-29

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=