Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 18-9 Landafrøði 3 Avritssíða 18.3 Suðuramerika - Hugdýping 1. Vel trý lond í Suðuramerika. Hvørjir tjóðarbólkar eru í hesum londum? Ger eina sirkulmynd fyri hvørt land, har tað sæst, hvussu nógv prosent hvør tjóðarbólkur er av øllum fólkinum. 2. Skipa eftir stødd tíggju teir størstu býirnar í Suðuramerika. Skriva, hvørjum londum býirnir eru í. Vel ein av býunum og greið frá søguni hjá býnum, hvussu hann er skipaður og frá fólkinum í býnum. 3. Greið frá, hvussu fólkið í Suðuramerika og samfelag teirra varð ávirkað, tá ið evropearar hertóku landið. Hvussu er støðan hjá indianarunum í dag? 4. El Niño er eitt fyribrigdi, sum við 2-10 ára millumbili tekur seg upp við suðuramerikonsku vesturstrondina. Greið frá, hvat hendir, tá El Niño tekur seg upp, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri fólkið. 5. Amazonas er heimsins størsta regnskógarøki. Nógv halda, at økið er í vanda, tí at menniskju tránýta tilfeingið. Finn í minsta lagi tríggjar grundgevingar, sum stuðla undir uppáhaldið. 6. Nógvir suðuramerikanarar búgva í fátækrabýlingum. Greið frá, hvat eyðkennir ein vanligan fátækrabýling. Hví búgva nógv fólk í Suðuramerika í fátækrabýlingum? 7. Stjórnarkvetti, hernaðarstýri, politisk valdsnýtsla og brot á mannarættindi er gerandiskostur í søguni hjá londunum í Suðuramerika. Greið frá politisku gongdini í 1970-unum í t.d. Kili. 8. Andesfjøll eru ein stór fjallarøð, sum røkkur fram við nærum allari vesturstrondini á Suðuramerika. Hvussu eru Andesfjøllini vorðin til? Hvussu ávirkar fjallarøðin veðurla- gið í stórum pørtum av Suðuramerika?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=