Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 19-1 Landafrøði 3 Osiania Arbeiðið við hesum partinum snýr seg í høvuðsheitum um, at næmingarnir gera eina ferðafrásøgn fyri á tann hátt at kunna seg um økið, og hví tað sær út, sum tað ger. Mælt verður til at samstarva við lærugreinina føroyskt og/ella enskt. Viðvíkjandi uppgávunum um grundleggjandi navnalandafrøði og økislandafrøði verður víst til partin Heimurin – felagsuppgávur til Landafrøði 3 . Við uppgávunum í hesum partinum venja næmingarnir førleikan at arbeiða sjálvstøðugt, tá ið tað snýr seg um at leita fram, meta um og leggja fram upplýsingar og sjálvir at seta spurningar, sum teir eisini svara. Endamál At fata munir millum ymisk øki Eitt av høvuðsendamálunum við partinum er at vísa næmingunum á ójavnar, sumeru í Osiania. Avstralia ogNýsæland erumúgvandi lond, har fjøldin av fólki hevur góð lívskor, men nógv av oyggjalondunum eru fátæk. Munirnir í veðurlagnum eiga somuleiðis at verða viðgjørdir. Fakligir førleikar – vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at greiða frá onkrum av tí, sum serliga eyðkennir Osiania • dugir í stuttum at greiða frá náttúru, jørðildi, veðurlagi, vakstrarøkjum, náttúrutilfeingi, vinnuvegum og íbúgvum í Osiania. BÓKMENTIR Heimssøga frá 1900 til í dag, bls. 131-132. Nám 2012 19
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=