Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 19-2 Landafrøði 3 Arbeiðsgongd Ferðafrásøgn úr Osiania Næmingarnir fáa sumuppgávu at skriva ferðafrásøgn frá einari ímyndaðari ferð í Osiania. Být flokkin í bólkar við tveimum í hvørjum. Legg fyri við at greiða frá hesum: “Tit hava fingið møguleikan at fara ókeypis ferð til Osiania og vera har í tveir mánaðir. Tit fáa fígging úr einum grunni, sum eitur Ung kunna seg um heimin . Grunnurin stuðlar ungum at fara út í heim at læra onnur lond at kenna, og tí rindar hann hvørt ár ferðir til ymsar heimspartar. Í ár er málið Osiania. Afturfyri vil grunnurin hava, at tit skriva eina ferðafrásøgn, tá ið tit eru komin heimaftur. Ferðafrásøgnin skal lýsa støðini, har tit hava ferðast, til dømis býir og ymisk øki. Tit skulu senda grunninum frásøgnina. Tit skulu velja eini fimm øki at ferðast til. Tey skulu vera so ólík sum til ber. Í ferðafrásøgnini skal vera kort av farleiðini og teinurin millum støðini, har tit vóru.” Gev síðan næmingunum avritssíðuna Ferðafrásøgn, sum vegleiðir um, hvat eigur at vera í lidnu ferðafrásøgnini. Tosið um vegleiðingina í felag og lat næmingarnar lesa partin umOsiania fyri at fáa grundleggjandi vitan um heimspartin. Síðan kunnu næmingarnir byrja at savna tilfar og práta um, hvussu teir skulu skipa arbeiðið. Framløgan kann annaðhvørt vera skrivlig frásøgn til læraran, ella munnlig framløga í flokkinum. Best er, um hvør bólkur leggur fram bæði munnliga og skrivliga. At fara í dýpdina Niðanfyri er ein listi við aktuellum spurningum og evnum, sum næmingarnir kunnu velja at arbeiða við. Lat tey arbeiða hvør sær ella tvey og tvey. At arbeiða víðari við: • Søgan og nútíðar støðan hjá aboriginum og maorum • Vandamál í umhvørvinum í Osiania (t.d. korallrivini) • Avstralia og Nýsæland – sum lata Asia rávørur • Dýralív og vøkstur í Osiania – úrslit av avbyrging og at evropearar fluttu hagar • Ferðavinna – týðandi inntøkukelda hjá Avstralia og Nýsælandi • Kjarnorkuroyndarspreingingar í økinum. Landafrøði 3, bls. 134-157 Avritssíða 19.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=