Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 19-3 Landafrøði 3 Avritssíða 19.1 Ferðafrásøgn Tit hava júst verið í Osiania. Ferðin vardi í tveir mánaðir, og hesa tíðina hava tit upplivað nógv spennandi. Nú skulu tit siga frá ferðini við at skriva ferðafrásøgn. 1. Tit skulu so gjølla, sum til ber, greiða frá minst fimm plássum, t.d. býum og økjum, har tit ferðaðust. Roynið at greiða frá hesum evnum og helst eisini, hví tað er so: • Náttúran: Hvussu sær landslagið út? Er slættlendi ella fjalla- lendi, eru t.d. vøtn og áir? Hvussu hevur landslagið fingið skap? • Veðurlagið: Hvat veðurlag er í økinum? Hvat eyðkennir hetta slagið av veðurlagi? • Vakstrarøki: Í hvørjum vakstrarøki eru støðini, har tit ferðaðust? Hvørji sløg av gróðri vóru har? Hví? • Landbúnaður: Hvat verður dyrkað í økinum, og hvørji hús- dýr eru har? Hvussu verður jarðarbrúkið rikið? • Ídnaður og náttúrutilfeingi: Hvat verður framleitt í ídnaði- num í økinum? Hvat náttúrutilfeingi er har? • Tænastur: Hvør tænastuvinna er í økinum? Íbúgvar: • fólkatættleiki • mál • átrúnaður • tjóðarbólkar 2. Tekna eisini kort av Osiania og set ferðaleiðina hjá tykkum á. 3. Greið at enda frá, hvussu tit ferðaðust. T.d.: -- Ferðaðust tit við flogfari, bili ella við skipi? -- Hvussu búðu tit? Búðu tit t.d. á hotelli ella heima hjá onkrum? -- Hvørji fólk hittu tit? -- Hvat gjørdu tit á ferðini? -- Hvørjum tóku tit lut í?
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=