Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 19-4 Landafrøði 3 Avritssíða 19.2 Osiania – Endurtøka 1. Mála frástøðuna millum Føroyar og Avstralia. Hvussu langt er millum londini bæði? 2. Hvørji øki verða londini í Osiania flokkað í? 3. Hvaðan er fólkið í Osiania? 4. Upprunafólkið í Osiania hevur ofta verið illa viðfarið av evropeiskum tilflytarum. Nevn dømi, sum stuðla undir hetta uppáhald. 5. Hvørji lond hava havt og hava framvegis hjálond í Osiania? 6. Hvar býr meginparturin av fólkinum í Avstralia? Hví búgva tey har? 7. Hví eru nógvir av tilflytarunum í Osiania kristnir? 8. Hvussu kunnu vit síggja, at Nýsæland er á markinum mil- lum tvær av plátunum í jarðarskorpuni? 9. Hvussu verður eitt korallriv skapt? 10. Hví er so fjølbroytt veðurlag í Osiania? 11. Nevn nakrar landbúnaðarvørur, sum hava týdning fyri Av- stralia og Nýsæland. 12. Hvussu ávirkaði frystitøknin Nýsæland? 13. Nevn dømi um týdningarmikið náttúrutilfeingi og týdning- armiklar ídnaðir í Osiania. 14. Greið frá umhvørvisvandamálum í Osiania.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=