Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 19-5 Landafrøði 3 Avritssíða 19.3 Osiania - Hugdýping 1. Kokospálmar hava nógv at siga fyri fólkið í Kyrrahavinum. Hvussu brúka fólkini kokospálmarnar? Royn at greiða frá, hví kokospálmarnir eru so týdningarmiklir. 2. Upprunafólkini í Avstralia eru aboriginar, og í Nýsælandi maorar. Greið frá søgu teirra, og hvussu støða teirra er ávir- kað av, at evropearar hava búsett seg í landinum. 3. Um tú vart bóndi, hvar í Avstralia hevði tú havt ein garð? Hvussu hevði tú rikið jarðarbrúkið? Hvat hevði tú dyrkað, og hvørji húsdýr hevði tú havt? Hví hevði tú rikið jarðar- brúkið soleiðis? 4. Bretland er limur í ES. Hvussu hevur hetta ávirkað land- búnaðin í Avstralia og Nýsælandi, og hvussu hevur hetta ávirkað ídnaðin og útflutningin av vørum og rávørum? 5. Síðan 1946 hava USA, Frakland og Bretland framt fleiri enn 250 kjarnorkuroyndarspreingingar í Avstralia og oyggju- num í Kyrrahavinum. Hvussu hevur hetta ávirkað fólkið í økjunum? 6. Í Avstralia er Great Barrier Reef vælumtókt ferðamál. Lýs tað so væl sum gjørligt. Greið eisini frá tí, sum hóttir hetta serstaka umhvørvið.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=