Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 20-1 Landafrøði 3 Antarktis Seinastu áratíggjuni er týdningurin av Antarktis í heiminum vorðin sjónligari. Hetta er góð grund til, at økið verður granskað. Í Antarktis eru um leið 90 prosent av øllum ísi í heiminum, og um bara partur av ísinum bráðnar, fer tað at ávirka vatnstøðuna í heimshøvunum. Bráðnar ísurin, ávirkar tað eisini djóralívið á meginlandinum. Lærarabókin miðsavnar seg tí um tey vandamál, sum kunnu hótta Antarktis. Viðgerðin í hesumpartinumkann verða tvinnað saman við endurtøku av partinum Veðurlag og vøkstur í Landafrøði 1. Endamál At skilja týdningin av at varðveita javnvágina í náttúruni Vistskipanin í heiminum er fullkomin, soleiðis sum hon er. Tað er bara, tá ið menniskju gera inntriv í náttúruna, at vit fáa trupulleikar. At javnvágin í vistskipanini má verða varðveitt, má tí vera sjálvsagt hjá øllum. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • veit, hvørji vandamál standast av, at jøklarnir í Antarktis bráðna. Arbeiðsgongd Viðgerðin av meginlandinum eigur at leggja dent á alheims upphitingina, og hvørja ávirkan hon hevur á ísin, sjógvin, djóralívið og veðurlagið í Antarktis. Parturin er tann seinasti í Landafrøðibókunum, og tí eiga næmingarnir at kunna arbeiða sjálvstøðugt. Tey eiga at duga at orða egnar spurningar og at brúka fyrimyndir og læruhættir, sum teir hava arbeitt við hesi skúlaárini. Tey eiga at duga at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum og brúka tað, tey hava lært. Arbeiðið við hesum partinum kann kanska virka sum ein lítil “próvtøka”, tá árið er um at vera runnið. At gera arbeiðið meiri spennandi, kunnu næmingarnir seta upp leik um “altjóða rættargongd”, sum fer fram ár 2030. Næmingarnir skulu látast at vera vitni til tað, sum er hent fram til ár 2030, og bera fram ákærur móti teimum, sum høvdu ábyrgdina av hendingunum. Landafrøði 3, bls. 158-161 20
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=