Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-16 Landafrøði 1 Avritssíða 3.7 Niðurfellingar til ymisk endamál Fyri at gera royndirnar niðanfyri skalt tú hava ymisk kort, men hvørjar niðurfellingar áttu kortini at havt? Greið frá, hvørjar niðurfellingar eru best at brúka. Grundgev fyri svarunum. Ymiskar niðurfellingar 1. Tú skalt flúgva eitt flogfar úr Vágum til London. 2. Tú skalt bera saman Svøríki og Kenja og greiða frá, hvat land hevur mest jarðarbrúk. 3. Tú skalt siga, um Kamerun er størri ella minni enn Danmark. 4. Tú skalt mála frástøðuna millum London og Kairo. 5. Tú skalt sigla kring jørðina.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=