Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-17 Landafrøði 1 Avritssíða 3.8 Jørðin og kortini – endurtøka 1. Greið frá støðuni hjá gongustjørnunum í mun til só- lina. Tú kanst eisini tekna. 2. Hví er drúgvari hjá Neptun enn hjá jørðini at mala eitt umfar um sólina? 3. Hví heldur tú, at menniskju hava funnið upp á miðkringin og sólkringarnar? 4. Hví er eitt ár um leið 365 dagar, ein mánaður um leið 30 dagar og eitt samdøgur 24 tímar? 5. Hvussu ber tað til, at nátt og dagur eru? 6. Hví eru árstíðir? 7. Hvussu er býtið millum land og hav á jørðini? 8. Hví hava menniskju uppfunnið knattnetið? Greið frá hugtøkunum breiddarstig og longdarstig. 9. Greið frá, hvat eitt kort er, og nevn trý dømi, hvussu tey kunnu brúkast. 10. Hví kann eitt slætt kort, sum avmyndar jørðina, on- gantíð verða heilt rætt? 11. Ímynda tær, at tú skalt sigla kring jørðina. Hvørja niðurfelling skalt tú brúka? 12. Eitt kort hevur støddarlutfallið 1:600.000. Hvussu nógv er ein sentimetur í veruleikanum? 13. Um tú skuldi gjørt eitt kort, hvørji tekn hevði tú so brúkt til at vísa: hús, vøtn, skógarlendi, graslendi, kirkjur, landbúnað og vegir. 14. Nevn nøkur dømi um ymisk evniskort. Brúka atlas.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=