Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-18 Landafrøði 1 Avritssíða 3.9 Jørðin og kortini – hugdýping 1. Greið frá, hvussu rúmdin, sólskipanin og jørðin vórðu til og síggja út. Brúka hesi hugtøk í frágreiðingini: rúmdin, stjørnubreyt, Big Bang, stjørna, vetrarbreyt, sólskipanin, smástjørnur og gongustjørnur. 2. Hví eru fýra árstíðir í Føroyum? 3. Hví eru dagarnir nógv longri um summarið enn um veturin? 4. Hvar ert tú staddur/stødd, um sólin ikki fer niður, og tað er 21. desember? 5. Hvussu nógv er klokkan í New York, Tokyo og New Delhi, tá hon er 12.00 í Føroyum? 6. Hví kanst tú ongantíð síggja sólina fara í kav, um tú ert í Tórshavn? Hvussu er har, sum tú býrt? 7. Hví hevur tað størri týdning at vita, hvør niðurfelling er brúkt til eitt kort yvir eitt stórt øki enn eitt lítið øki, t.d. ein bý? 8. Ímynda tær, at tú skalt avmynda hesi økini á fýra ymisk kort: verðina, Suðuramerika, Føroyar og Tórshavn. Greið frá, hvørji støddarlutføll tú heldur vera hóskandi at brúka í hvørjum føri. Brúka atlas. 9. Klipp eitt veðurkort úr einum blaði. Hygg at teknunum og greið út frá teimum frá, hvussu veðrið verður.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=