Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-1 Landafrøði 1 Jarðarskorpan Annar partur í Landafrøði 1 viðger hesi evni: • Jarðarbygnaðurin inni í jørðini • Meginlond og meginlandarák • Tær innaru og tær ytru kreftirnar, sum broyta jarðarýtuna • Steinar og grót • Náttúrutilfeingi í undirgrundini • Leysu jarðløgini Orð og neyvar lýsingar Næmingarnir halda ofta hesi evni vera torfør. Høvuðsorsøkin er torfør orð. Vanliga er tað ein nýggjur heimur við nýggjum hugtøkum, ið letur seg upp fyri næmingunum. Eitt aðalmál við hesumparti er tí at geva teimum amboð, so tey kunnu handfara tey nýggju fyribrigdini. Venjing í at seta hugtøk í stigskipan og at síggja orsakir og avleiðingar skal helst javnan verða tikin upp aftur. Tey mongu nýggju hugtøkini gera, at tað fær enn størri týdning at gera frálæruna ítøkiliga. Tí kann vera gott at steðga á og práta um myndatilfarið í bókini, t.d. har víst verður, hvussu innaru og ytru kreftirnar á jørðini virka. Royn eisini at finna dømi úr nærumhvørvinum, har landslagið broytist. Tvørgreinaligt samstarv við náttúrulærugreinir Tvørfakligt samstarv við náttúrulærugreinirnar er ein fyrimunur. Í náttúrulandafrøði eru bæði náttúrulæra og samfelagslæra. Práta við viðkomandi lærarar, so tit síggja, hvørji felagsøki eru. Endamál At skilja, hví jarðarýtan er, sum hon er Endamálið við partinum er, at næmingarnir skulu skilja, hví jørðin sær út, sum hon ger jarðfrøðiliga. Næmingarnir skulu fáa innlit í, at ymiskar tilgongdir alla tíðina broyta jarðarýtuna, t.d. eldgos, jarðskjálvti, plátuvond, tæring og máan, sum hava verið, síðan jørðin varð til. At skilja og duga at greiða frá orsøkunum til innaru og ytru BÓKMENTIR Jóannes Rasmussen: Øldir og upphav. Bókagarður 1981 Jóannes Rasmussen: Grót og grund. Føroya Fróðskaparfelag 1984 Jóannes Rasmussen: Føroya Jarðfrøði. Føroya Skúlabókagrunnur 1998 R.F. Symes: Grót og steinar. Føroya Skúlabókagrunnur 2004 Myndatalvan Grót og steinar. Nám 2006 Heimsatlas. Føroya Skúlabókagrunnur 1993. Vinnukortini fyri hvønn einstakan heimspart. HEIMASÍÐUR Jarðfeingi: www.jf.fo 4

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=