Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-2 Landafrøði 1 kreftirnar og teirra ávirkan er ein týðandi førleiki, sum hesin parturin leggur seg eftir at menna. At skilja hvussu vit brúka tilfeingi í undirgrundini Tilfeingið í undirgrundini hevur stóran týdning fyri menniskju . Nógvir næmingar hava ongantíð gáað um, hvaðan tilfarið kemur, sum tey hvønn dag koma í samband við ella brúka. Tí eigur javnan at verða greitt frá, hvussu vit nýta tilfeingið í undirgrundini, og eisini hvørjar avleiðingar tað kann fáa at gagnnýta tað. Seinast í partinum verður komið inn á hugtakið “burðardygg menning”, sum verður tikið upp aftur í næstu pørtunum. Fakligir førleikar – vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • kennir og dugir at brúka grundleggjandi hugtøk á lærugreinaøkinum • dugir at greiða frá jarðarbygnaðinum • kennir tær týdningarmestu meginreglurnar í ástøðunum um plátuvond og meginlandarák • dugir at nevna dømi um, hvussu tær innaru kreftirnar broyta jarðarýtuna og ávirka menniskjuni • dugir at greiða frá, hví eldgos og jarðskjálvtar verða og vísa á øki, har hesi fyribrigdi eru vanlig • dugir at greiða frá, hvussu ytru kreftirnar broyta landslagið • dugir á einfaldan hátt at greiða frá, hvussu tey ymisku grótsløgini verða til, og hvussu tey eru skipað • dugir at geva dømi um, hvussu tilfeingið í undirgrundini verður brúkt • dugir at vísa á nøkur dømi um samband millum hellugrund, sløg av leysum jarðløgum, jørðildi og vøkstur. • dugir at greiða hugtakið ”burðardygg menning”. Arbeiðsgongd Ein gløðandi knøttur við harðari skorpu Uppskot til innleiðslu: Hóast næmingar ofta vita um eldgos og jarðskjálvta, kann tað tó vera hóskandi at vísa teimum myndir av fyribrigdunum. Flestu næmingar verða áhugaðir og bilsnir at hoyra um kreftirnar í Landafrøði 1, bls. 31–32 Avritssíða 4.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=