Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-3 Landafrøði 1 hesum náttúrufyribrigdum. Eru stundir, kanst tú vísa teimum filmin Dante’s Peak (11 ára aldursmark). Filmurin snýr seg um eitt amerikanskt bygdarsamfelag, sum fórst av einum eldgosi. Ein stuttur dokumentarfilmur er ein annar møguleiki. Til ber eisini at vísa myndir av eldgosum og av jarðskjálvta. Aftaná – ella meðan tit hyggja at myndunum – kanst tú biðja næmingarnar hugsa um: -- Hví eru eldgos og jarðskjálvtar? -- Hvat er tað, sum avger styrkina á teimum? -- Ber tað til at sleppa undan teimum? Prátið við næmingarnar kann síðan snúgva seg um: -- Hví sær jørðin í høvuðsheitum út, sum hon ger? -- Hví eru fjøll, og hví eru summi hægri enn onnur? -- Hví eru ryggir og dalar? Enda við at siga, at hesin parturin fer at snúgva seg umhesi viðurskifti. Ein onnur áhugaverd innleiðsla og góður máti at kanna, hvat næmingarnir vita frammanundan, er at seta spurningar sum hesar: -- Hvat tilfar hevði tú komið í, um tú hevði kunnað borað niður í miðjuna í jørðini? -- Hvussu sær út inni í jørðini? -- Hví ber ikki til at bora eitt djúpt hol niður í miðjuna í jørðini? Tak saman um niðurstøðurnar hjá næmingunum í felags orðaskifti. Lat næmingarnar síðani lesa brotið í bókini: ”Ein gløðandi knøttur við harðari skorpu”. Við at arbeiða við avritssíðuni Hvussu er jørðin bygd upp? ber til at festa hesa vitan. Hvussu kunnu vit vita, hvussu jørðin er innan? Tá ið prátað verður um, hvussu jarðarbygnaðurin er, verða næstan altíð settir spurningar sum í yvirskriftini. Einki menniskja hevur verið í jarðarkjarnanum, og tað longsta, borað er niður, er bara um leið 13km. Svarið er, at við at mála sokallaðu seismisku bylgjurnar, sum standast av jarðskjálvtum nógvastaðni á jørðini, kunnu vit gera ávísar niðurstøður. Málingarnar verða gjørdar við seismografum. Tá ið jarðskjálvti er, standast av honum trý ymisk sløg av bylgjum: • Yvirflatubylgjur , sum bara eru í uttara parti í jarðarskorpuni. Bylgjurnar ganga frá jarðskjálvtaøkinum sum ringar í sjógvi á
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=