Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-4 Landafrøði 1 sama hátt sum bylgjurnar frá einum steini, sum verður kastaður á sjógv. • Primerbylgjur , sum fara gjøgnum alt, bæði føst evni, gass (luftevni) og løg (flótandi evni). Við at mála ferðbroytingar í bylgjunum ber til at staðfesta, hvørji sløg av tilfari eru inni í jørðini. Ferðin á bylgjunum er til dømis størri í føstum evnum enn í løgi. • Sekunderbylgjur , sum einans kunnu flyta seg í føstum evnum. Tær fara ikki gjøgnum umráði við løgi, sum eru inni í jørðini. Bylgjuferðin veldst um, hvat slag av bylgjum talan er um, og hvat hon ferðast ígjøgnum. Heitini primer- og sekunderbylgjur stava frá, at primerbylgjur altíð hava hægri ferð enn sekunderbylgjur og tí altíð koma fyrst. Við seismiskum málingum kunnu rørslubroytingarnar í bylgjunum verða skrásettar, og soleiðis kunnu ymsir eginleikar við innaru jørðini ávísast. Á henda hátt hava granskarar funnið fram til, at jørðin hevur jarðarskorpu, kápu og ein ytra og ein innara kjarna, og at ytri kjarnin er flótandi. Meginlondini Áðrenn farið verður undir at lesa henda partin, er gott at byrja við at hyggja at kortinum í bókini á bls. 33. Minn næmingarnar á at lesa teknlýsingina. Tað er gott at gera vart við, at plátur eru stór øki á jørðini við bæði landi og havi. Set teimum so hesar spurningar: -- Hvar í heiminum kunnu vit vænta jarðskjálvta? -- Hví kann jarðskjálvti vera har? -- Hvat verður meint við sundurglíðandi plátumót og samanstoytandi plátumót? -- Hvat ger, at pláturnar flyta seg? Hesin spurningur noyðir næmingarnar at ogna sær tekstin á bls. 32. Gev gætur, at vísindini ikki eru heilt vís í, hvat tað er, sum ger, at pláturnar flyta seg. Sí avritssíðuna Alfred Wegener og meginlandarákið. Eftir orðaskifti um hetta kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðuni AlfredWegener og meginlandarákið . Har verður lýst, hvussu granskarinAlfredWegener fyrst í 20. øld kom fram til ástøðið um meginlandarák. Ástøðið varð tó ikki viðurkent millumgranskarar fyrr ennmitt í 1960-árunum, eftir at teir kring allan heimin høvdu gjørt málingar í havbotninum. Teksturin er rættiliga umfatandi, tí kann tað vera gott at lesa hann í felag í flokkinum. Skulu næmingarnir arbeiða við uppgávunum í avritssíðunum, mugu teir hava atgongd til eitt avritað heimskort. Landafrøði 1, bls. 33–34 Avritssíða 4.2

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=