Landafrøði 1-3 Lærarabók

inngangur Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 1-2 Landafrøði 1–3 Landafrøði 1 - 3 Inngangur Landafrøði 1- 3 til hádeild fólkaskúlans (7.- 9. flokk) fevnir um: • Tríggjar bøkur • Lærarabók Fororð Landafrøði 1-3 og lærarabókin eru týdd og tillagað til føroyskt, samstundis sum nýtt Heimsatlas kemur út. So vítt, sum til ber, eru staðanøvn og heiti í Landafrøði 1-3 lagað eftir Heimsatlasinum, men í einstøkum førum er ikki samsvar. Tað skal tó ikki skiljast sum annað enn, at okkurt er gloppið burtur ímillum í tillagingini. Tit eru vælkomin at siga frá, koma tit fram á nøvn og heiti, sum ikki samsvara. Somuleiðis eru uppgávurnar í lærarabókini lagaðar eftir tí nýggja Heimsatlasinum, har serliga evniskortini eru nógv meira útbygd enn í gamla Heimsatlasinum. Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir altíð hava atgongd til Heimsatlasið, meðan arbeitt verður við uppgávunum í lærarabókini - eisini hóast tað ikki er nevnt í hvørjum einstøkum føri. Nakrar fáar uppgávur í lærarabókini snúgva seg um føroysk viðurskifti. Ætlanin er at gera fleiri uppgávur við støði í føroyskum viðurskiftum, og tær verða lagdar á heimasíðuna so hvørt. Lærarar, sum gera sínar egnu uppgávur í sambandi við Landafrøði 1-3, eru vælkomnir at senda Námi tær, so at tær møguliga kunnu verða lagdar á heimasíðuna. Serliga vælkomið er tilfar um føroysk viðurskifti. Onnur viðkomandi kunning http://snar.fo/folkaskuli/landafroedi Á lærugreinasíðuni á Snar er alt viðkomandi tilfar og tilvísingar savnað á einum stað. Síðan verður støðugt útbygd og dagførd, og Nám vil fegið frætta frá lærarum við ynskjum og uppskotum um tilfar at leggja út. http://www.namsaetlanir.net/landafroedi Í námsætlanini fyri landafrøði 7 – 9 er øll formligu krøvini orðað. http://namsaetlanir.net/frymlar-til-arsaetlan.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=