Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-5 Landafrøði 1 Innaru kreftirnar í jørðini Hesin parturin kann verða brúktur til at venja næmingarnar at síggja orsakir og avleiðingar. Bið næmingarnar greiða frá, hví fjøll eru vorðin til. Tú kanst skriva spurningarnar á talvuna og lata næmingarnar arbeiða sjálvstøðugt (ella tvey og tvey) við bls. 35–37 í bókini. Fá næmingarnar at geva eina so góða frágreiðing, sum til ber, sum skuldu teir greitt frá fyri yngri næmingum. Síðan ber til at krevja meiri. Frymilin niðanfyri hjálpir næmingunum at greiða orsakir og avleiðingar, tá ið um eldgos og jarðskjálvta ræður. Vís frymilin á talvuni. Gev hvørjum næmingi tvey eintøk av avritssíðuni Greiningarfrymil. Saman skriva næmingarnir í báðar kassarnar, nevndir “trupulleikar”. Har skal standa eldgos á øðrum avritssíðuni og jarðskjálvti á hinum. Næmingarnir skulu nú leita eftir viðkomandi upplýsingum á bls. 38–43 í bókini og skriva í hinar kassarnar. Tað ræður um at finna orsakir, avleiðingar, og hvussu ein møguliga kann fyribyrgja vanda. Legg dent á, at tað ikki altíð ber til at fyribyrgja. Tá ið næmingarnir hava gjørt sínar niðurstøður, er týdningarmikið at taka samanum. Best er at fylgja sama leisti, sum frymilin ásetur. Bið næmingarnar leggja afturat sínum upplýsingum í kassunum. Næmingarnir fáa nú eina heildarmynd av báðum fyribrigdunum. Landafrøði 1, bls. 35–43 Avritssíða 4.3 Orsakir Trupulleiki Tiltøk Avleiðingar

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=