Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-6 Landafrøði 1 Ymisk sløg av eldgosum Hesin spurningur verður ofta settur: -- Hví eru eldgos ójøvn í styrki og meira og minni vandamikil? Næmingarnir taka vanliga væl ímóti eini lítlari frágreiðing um evnið: Eitt gos tekur magma upp til jarðarýtuna. , Tað storknar sum grótbræðing og byggir upp eitt gosfjall. Hvussu gostilgongdin háttar sær, gera trý fyribrigdi av: • evnafrøðiliga samansetingin í tí magma, sum kemur upp • nøgdin á gassi í magma • tjúkdin á fláunum omaná. Hvussu lættliga ella trekliga magma flýtur, veldst um, hvussu nógv kisil og hvussu nógv gass er í. Er lítið kisil og nógv gass, rennur magma lættliga. Tess hægri trýstið og hitin eru, jú meiri gass kann vera í. Tjúkdin á føstu hellugrundini ger saman við nøgdini av kisili og gassi av, um fleiri smá eldgos verða, sum goysa títt, ella um stór og ógvuslig eldgos verða, sum goysa sjáldan. Er hellugrundin tunn, og magma rennur lættliga, sleppur tað lutfalsliga lætt upp til jarðarýtuna og storknar sum grótbræðing. Eyðkenni fyri dyngjugosfjøll og linjugos eru fleiri smá gos, har tunt magma rennur upp á jarðarýtuna. Í økjum, har grótfláirnar eru tjúkkar og torførar at treingja ígjøgnum, og magma rennur tjúkt, kann gosið í støðum verða sera ógvisligt, serliga um nógv gass er í. Eitt eldgos av hesum slagnum kann verða lýst sum ein spreinging. Sermerkt fyri gos av hesum slag er, at føst evni og stórt ella smátt tilfar verður syft upp í loft og dettur niður sum stórir steinar, bumbur, goseyrur og øska. Bumbur eru grótbræðing, sum er nakrar desimetrar til støddar, men goseyrur er magmadropar og fínt gróttilfar. Eru fleiri gos av hesum slagnum í sama stað, vera fløgugosfjøll til. Øska, grót og skriðulop eru størsta hóttanin Næmingarnir halda ofta, at tað er grótbræðingin, sum er vandamest fyri menniskju, tá ið eitt fløgugosfjall fer at goysa. Grótbræðingin rennur tó spakuliga, og tað ger, at fólkið kann flyta í tryggari pláss. Hinvegin eru tað gass og annað tilfar sum øska og grót, sum eru vandamest. Blandar tilfarið úr gosinum seg við kava ella regn, kann tað elva til stórar skriður. Ein slík skriða, ið nevnist ein lahar , kann elva til ógvislig skriðulop, sum floyma út yvir fólk og heilar bygdir.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=