Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-7 Landafrøði 1 Steinar og grót Hetta brotið kann verða brúkt til at læra at stigskipa hugtøk. Tað er ein fyrimunur at hava tey vanligastu grótsløgini og steinsløgini við hondina. Skúlum stendur í boði at ogna sær eitt savn við steinum og gróti í einum rullandi skápi frá Jarðfeingi ella at síggja tað í savninum hjá Námi. Greið næmingunum frá týdninginum av at læra ávís hugtøk. Eitt hugtak er eitt orð, sum kann verða sett í staðin fyri ein hóp av orðum, ið eru heiti á hvør sínum fyribrigdi. Tekna yvirlitið niðanfyri á talvuna. Heldur enn at siga, at “tað er gott at íðka longdarlop, renning, hondbólt og fótbólt” ber til at siga, at “tað er gott at íðka ítrótt”. Orðið ítróttur er so statt eitt hugtak, sum vit brúka til at gera frágreiðingina um veruleikan einfaldari. Í landafrøði ræður um at læra seg tey hugtøk, sum hava við lærugreinina at gera. So verður eisini lættari at fata og at minnast innihaldið. Næmingar hava vanliga áhuga í at læra mátar at duga betur. Yvirlitið omanfyri er eitt dømi um eina stigskipan av hugtøkum. Summi hugtøk eru yvirskipað øðrum. Tað, sum vit gera her, er at skipa tað, sum vit vita, so at tað verður greiðari. Ikki er neyðugt hjá næmingunum at læra seg orðið ‘hugtakastigskipan’; tað, sum um ræðir er, at tey skilja endamálið við at stigskipa hugtøk.Tað ber eisini til at nýta heitið ‘hugtakakort’. Næmingarnir kunnu eisini seta onnur hugtøk inn og byggja yvirlitið víðari. Tá ber eisini til at kanna, um tey hava skilt meginregluna við skipanini. Vís á, at slík hugtakakort kunnu hava sera fjølbroytta útsjónd. Landafrøði 1, bls. 44 – 46 Avritssíða 4.4 Ítróttur Bóltspæl Frælsur ítróttur Fótbóltur Hondbóltur Renning Longdar-lop

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=