Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-8 Landafrøði 1 Tit kunnu nú gera tvey nýggj hugtakakort við øðrum innihaldi. Annað ger lærarin at tryggja sær, at næmingarnir fáa fatur á mátanum, og hitt gera næmingarnir sjálvstøðugt. Ein hóskandi máti at gera arbeiðið við gróti, steinsløgum og grundevnum ítøkiligari, er at arbeiða við legokubbum. Tað fyrsta, tú gert, er at vísa flokkinum ein legokubba. Sig, at hann ímyndar eitt grundevni, t.d. silicium (Si, kisil). Tak ein annan lit og vís á, at tað kann vera eitt annað grundevni, t.d. oxygen (O 2 , súrevni). Oxygen er eitt luftslag, men saman við silicium verður burturúr eitt evnasamband: silicium + oxygen = siliciumdioxid. (SiO 2 . -oxid eitur tað, tá ið oxygen er partur av einum evnasambandi.) Tað, sum her er bygt av tveimum grundevnum, nevna vit steinsløg (mineral). Steinslagið kvarts er úr siliciumdioxidi. Vís næmingunum petti av kvarts. Tá ið kvarts bræðist saman við øðrum steinsløgum, til dømis feldspatti og glimuri, verða tey í felag til eitt grótslag. Bygg tveir aðrar legokubbar saman, so teir verða til eitt stórt petti. Vís næmingunum petti av feltspatti. Glimur var í gomlum døgum nýtt sum ovnglas. Grótslagið, sum er úr kvarts, feltspatti og glimuri, verður nevnt gneis. Tað er eitt tað vanligasta steinslagið á meginlondunum. Tit kunnu eisini gera dømi við feltspatti og steinsløgum sum olivin, pyroxen og amfibol. Eitt slíkt grótslag nevna vit basalt. Føroyar eru bygdar úr basalti, ið er tað grótslagið, sum liggur undir havbotninum kring allan heim. Á henda hátt mynda ymisk grótsløg tann fasta klettin í allari jarðarskorpuni. Tekna nú hetta hugtakakortið á talvuna: Nú eiga næmingarnir at kunna arbeiða sjálvir. Gev teimum avritssíðuna Grótsløg. Næmingarnir skulu nú seta inn. Teir kunnu brúka bókina, bls. 44–46. Nýtist teimum hjálp, ber til at leggja teimum lag á og biðja teir kanna, hvussu bókin lýsir magmagrót, legugrót og umskapað grót. Grundevni Hellugrund Grótslag Grótslag Steinslag Steinslag Steinslag Steinslag

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=