Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-9 Landafrøði 1 Bókin Grót og steinar er hent í hesum sambandi. Um hendan bókin er tøk, og áhugi er fyri tí, kunnu hugagóðir næmingar seta eitt rað afturat í hugtakakortið, har teir finna fram til nøkur steinsløg í hvørjum grótslagi. ( Grót og steinar , bls. 16-18, 20-21 og 24-25.) Náttúrutilfeingi í undirgrundini Ein góð innleiðsla kann vera at lata næmingarnar hugleiða um hesar spurningar: -- Hvørjir lutir og hvat tilfar í skúlastovuni hava uppruna í undirgrundini? -- Hvussu nýta menniskju tilfeingið í jørðini? Savna svarini og skriva tey á talvuna og skipa lutir og tilfar eftir, hvat tað verður brúkt til. Soleiðis brúka vit tilfeingið úr undirgrundini: Steinsløg og grótsløg í ídnaði Málmur Orkutilfeingi Tá ið steinsløg og grótsløg verða nýtt í ídnaði, er tað eisini til annað enn metal og orku . Dømi um slík steinsløg og grótsløg eru kvarts, kaolin (leirur) og kálkgrót, sum verða nýtt í glas- og postalínsídnaðinum. Landafrøði 1, bls. 47–48 Avritssíða 4.5 Grótsløg Umskapað grót Marmor Gneis Legugrót Royðu-grót Kálkgrót Kol Magma-grót Granitt Basalt
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=