Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-10 Landafrøði 1 Eyrur og sandur, sum ofta hava í sær kvarts og feltspatt, verða nýtt til ífyllu. Nógv steinsløg og grótsløg verða brúkt í byggiídnaðinum. Málmur er eitt steinslag, sum verður høgt, tí tað hevur nógv metal í sær. Málmur verður brúktur at gera t.d. stál (jarnmálmur) og kopar (koparmálmur), sum vanliga verður brúkt til el-leidningar, rør og takplátur, tí tað ikki rustar . Stál hevur havt og hevur framvegis ómetaligan týdning og er ein fortreyt fyri tí tilfarsmenning, sum vit í dag gera okkum dælt av. Tað er bara at líta rundan um seg og hugsa, hvussu tað hevði sæð út, um einki stál var til. Orkutilfeingi sum t.d. torv, olja, jarðgass, kol og uran eru grundleggjandi fyri orkuframleiðsluna í heiminum. Olja verður eisini brúkt til plastframleiðslu. Tá ið næmingarnir hava svarað spurningunum omanfyri, kunnu teir lesa brotið í bókini Náttúrutilfeingi í undirgrundini . Bið teir so vísa á onnur dømi um, hvussu vit brúka tilfeingi úr undirgrundini. Næmingarnir kunnu nú arbeiða víðari við avritss íðuni Hvar finna vit náttúrutilfeingi í undirgrundini? Næmingarnir leita sær upplýsingar úr atlasinum og tekna síðan á kortið tey øki í heiminum, har mesta oljan, kolið, jarnmálmurin, koparmálmurin, bauxitið (aluminiumsmálmur), gullið og silvurið eru. Tá ið kortini eru gjørd, er áhugavert at práta um, hvørjar politiskar og fíggjarligar avleiðingar tilfeingið í undirgrundini hevur havt og kann fáa í framtíðini. Til dømis: -- Hvussu ávirkar tað heimin, at stórur partur av oljuni er í Miðeystri? -- Hví hava t.d. USA og Kina ikki valt at minka um útlátið av carbondioxidi (CO 2 )? -- Hvussu kann eitt land sum Saudiarabia ávirka bensinprísin í Føroyum? -- Hví fylgdi allur heimurin væl við, tá Irak hertók Kuvait í 1990? -- Hvørjar avleiðingar kundi tað fingið fyri Føroyar, um olja verður funnin í undirgrundini? Slíkt orðaskifti lyftir frálæruna upp á eitt hægri stig, men krevur góðan forkunnleika. Tað týdningarmesta er tó at venja næmingarnar við at kjakast, taka støðu og at koma til niðurstøðu. Ytru kreftirnar á jørðini Bið næmingarnar kanna myndirnar á bls. 44, 49 og 50 í bókini. Spyr teir, hvussu hesi landsløgini eru vorðin til. In- naru kreftirnar mynda og hava myndað skapið á jørðini nógv, men vit hava eisini ytru kreftirnar. Landafrøði 1, bls. 49–53 Avritssíða 4.6
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=