Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-11 Landafrøði 1 Bið næmingarnar lesa bls. 49–51 í bókini fram til Máan av aldu og vindi og set teimum síðan spurningarnar aftur til somu myndirnar. Nú eiga næmingarnir at hava lært tað týdningarmesta í hesum brotinum. Tað, sum eftir er í hesum partinum, kann verða brúkt at styrkja fatanina av at stigskipa hugtøk. Brúka avritssíðuna Ytru kreftirnar á jørðini . Næmingarnir lesa bls. 49–53 í bókini. Hesaferð verður kravt eitt sindur meira av næmingunum at koma til hesi úrslit: Tá ið ísurin fjaldi lendið Hesa vitan er best at ogna sær á einari útferð. At ganga í náttúruni og spyrja og greiða frá, hví landslagið sær út, sum tað ger, fær næmingarnar betur at fata umhvørvið á staðnum, har teir búgva. Leysu jarðløgini - tvørskurður Legg fyri í hesum brotinum um leysu jarðløgini við at spyrja næmingarnar, hvat teir mundu funnið, um teir gróvu eitt djúpt hol í lendið. Lat arbeiðið við spurninginum byggja á sama leist sum her og greið í stuttum frá ymsu hugtøkunum. 1. Fasti kletturin er bygdur úr grótsløgum, sum siga nakað um jarðfrøðiliga upprunan á staðnum. Í Føroyum er fasti klet- turin úr basalti. Grótið er úr ymiskum steinsløgum. Stein- sløgini eru staklutirnir, sum mynda jarðarskorpuna. Hetta kunnu vera steinsløg úr einum grundevni ella steinsløg við evnasambondum av ymsum grundevnum. Her taka vit uppaftur um steinar og grót. 2. Oman á helluni liggja ofta leys jarðløg, sum eru úr ymis- kum tilfari. Nógv av hesum er vorðið til, tá fjallið er tært og máað, og grótið er niðurbrotið og botnsett ymsastaðni sum Landafrøði 1, bls. 54-55 Landafrøði 1, bls. 56 - 57 Ytru kreftirnar á jørðini Máan av vindi Máan av ísi Kálkgrót verður tært Máan av aldu Evnafrøðilig tæring Alislig tæring Frostspreinging Hitaspreinging Máan Tæring
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=