Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-12 Landafrøði 1 t.d. smásteinar, sandur, silt og leirur*. Her taka vit upp aftur um tæring og máan. 3. Tað ovasta leysa jarðlagið er jørðildið, sum er ein blan- dingur av smágróti, sandi, leiri og leivdum av plantum og djórum, sum heilt ella lutvíst eru vorðin til mold. 4. Vøksturin er alt eftir, hvussu leysa jarðlagið er. Somuleiðis hevur vøksturin stóra ávirkan á, hvussu sjálvt jørðildið men- nist í einum øki. Tað vil siga, at jørðildi og vøksturin ávirka hvørt annað. Vanliga er greitt samband millum jørðildi og serligan vøkstur. Nálaskógur veksur t.d. væl í ávísum jørðildi og leyvskógur væl í øðrum. *Í Landafrøði 1 verða silt og leirur ikki nevnd. Burðardygg menning Eitt tað týdningmesta evnið í landafrøðini – sum verður tikið uppaftur í teimum næstu landafrøðibókunum – er burðardygg menning. Evnið er so stórt, at tað bara kann verða nomið við her. Nøkur dømi um ávaringarklokkur: • Olja er ikki eitt varandi tilfeingi, og sambært døprum forsøgnum verður hon uppi um 40 ár, um vit halda fram at brúka líka nógva olju sum nú. Tað kann eisini verða, at nýggjar oljuleiðir verða funnar. Evnið verður viðgjørt í Landafrøði 2. • Útlátið av vakstrarhúsgassum er økt sera nógv seinastu tíðina, og miðalhitin á jørðini er samsvarandi øktur. Sambært veðurlagsfrásøgnini hjá ST eru sannlíkindi fyri, at veðurlagsbroytingarnar fara at elva til fleiri náttúruvanlukkur. Evnið verður tikið upp í næsta parti, Veðurlag og vøkstur . • Súgdjórasløg doyggja út 40 ferðir skjótari nú enn hildið verður natúrligt, og fuglasløg 1000 ferðir skjótari. Sum heild siga granskarar, at djórasløg doyggja út 500 til 1000 ferðir skjótari nú enn nakrantíð áður í søguligari tíð – hetta av mannaávum. Evnið verður lutvíst tikið upp í Landafrøði 3, men eigur eisini at verða viðgjørt í lívfrøði. • Í vesturheiminum brúka vit so nógv tilfeingi og so nógva orku, at skuldu 9 milliardir fólk livað eins og vesturlendingar, skuldu vit sambært fleiri granskarum brúkt fimm gongustjørnur at nøkta tørvin á tilfeingi. Evnið verður tikið upp í fleiri av komandi pørtunum. • Atgongd til vatn á jørðini minkar. Granskarar spáa, at vatntrot verður orsøk til stór stríðsmál í framtíðini. Evnið verður tikið upp í síðsta parti, Vatnið á jørðini . Umráðandi er at lesa bls. 58 og 59 í bókini og síðani at kjakast um hetta. Í hesum sambandi ber eisini til at umrøða, hvønn týdning landafrøðilig vitan hevur. Landafrøði 1, bls. 58 - 59 4. Vøkstur 3. Jørðildi 2. Leys jarðløg 1. Fastur klettur

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=