Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-14 Landafrøði 1 Avritssíða 4.2 Alfred Wegener og meginlandarákið Um ár 1900 var í Berlin ein ungur granskari, AlfredWegener, sum var hugtikin av gátuni um, hvussu jørðin var vorðin, sum hon er. Hann var prestasonur, men heldur enn at ganga í fótasporum faðirsins las hann veðurfrøði (læruna um lofthavið). Eftir lesnaðin gjørdist hann professari í veðurfrøði, men tað var tó ikki innan veðurfrøðina, at AlfredWegener gjørdist kendur. Tað var hinvegin hansara ástøði um meginlandarákið, sum gjørdi hann kendan. Stórmeginlandið Pangea Alfred Wegener granskaði heimskortið og kom fram til, at meginlondini Afrika og Suðuramerika passaðu saman sum tveir brikkar í putlispæli. Hetta var einki nýtt, áður høvdu fleiri víst á tað sama. Men Wegener fór eitt stig longri og helt upp á, at øll meginlondini einaferð høvdu verið saman. Hetta stóra meginlandið nevndi hann Pangea. So við og við fór Pangea sundur, og meginlondini fóru so líðandi hvørt frá øðrum. Wegener kom við sínum ástøði ummeginlandarákið í 1912. Hansara grundgevingar bygdu á hesar kanningar: • Meginlondini passaðu saman á ein eyðsýndan hátt. Serliga var hetta galdandi fyri Afrika og Suðuramerika. • Við at granska steinrenningar høvdu granskarar funnið fram til, at somu djórasløg høvdu verið bæði í Suðuramerika og Afrika. • Í fleiri meginlondum vóru farvegir eftir innlandsísi at síggja.T.d. vóru morenuáløgur og rípur eftir ísi. Wegener vísti á tað undarliga í tí, at meginlond við heitum veðurlagi, sum Afrika, Avstralia og Suðuramerika, øll vístu farveg eftir innlandsísi. Harafturat vísti tað seg, at farvegirnir allir vóru umleið líka gamlir. Annaðhvørt hevði miðalhitin á jørðini verið ógvuliga lágur eitt tíðarskeið, ella høvdu meginlondini ligið saman syðri, har hitin so hevur verið minni. Wegener helt fast um, at seinna frágreiðingin var tann rætta. Ástøðið fekk ikki viðhald í tíðini, táWegener var á lívi. Ein viðurkend frágreiðing um, hví meginlondini fluttu seg, vantaði. Alfred Wegener fekk ein syrgiligan enda. Hann doyði á eini kanningarferð á innlandsísinum í Grønlandi, einans 50 ára gamal.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=