Landafrøði 1-3 Lærarabók

inngangur Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 1-3 Landafrøði 1–3 Her eru frymlar til Undirvísingargongdir og Ársætlan fyri læru­grein­ ina. Vegleiðing í at fylla skjølini út eru at finna í orðingunum undir Kunnleiki og námsfrøði í lærarabókini. Skúlum stendur í boði at ogna sær eitt savn við steinum og gróti í einum rullandi skápi frá Jarðfeingi ella at síggja tað í savninum hjá Námi. Bøkurnar Lærugreinin landafrøði snýr seg í stóran mun um náttúrulandafrøði. Tað er tann parturin av landafrøðini, sum viðger natúrliga umhvørvið á jørðini: lendi, luft og vatn. Men lærugreinin snýr seg líka nógv um mentanarlandafrøði ella samfelagslandafrøði, tað vil siga, hvussu menniskjan á ymsan hátt nýtir jørðina og elvir til broytingar. At gerast greið um sambandið millum náttúruna, menniskjað og samfelagið hevur tí stóran týdning í lærugreinini landafrøði, og í bókunum verður stórur dentur lagdur á hetta. Ein onnur ætlan við tekstinum í bókunum er at stimbra egna hugsan og egnar spurningar hjá næmingunum. Í mongum førum leggur bókin seg eftir ikki at koma við lidnum svarum, og hon roynir eisini at síggja evnini úr ymsum sjónarhornum. Ein bók er um náttúrulandafrøði, ein um mentanarlandafrøði, og tann triðja er økislandafrøði og tekur saman um hinar báðar. Landafrøði 1: Náttúrulandafrøði Fyrsti partur er Jørðin og kortini, og har verður greitt frá støðuni hjá jørðini í sólskipanini, og hvussu hon ávirkar tíðina og árstíðirnar. Í partinum er eisini ein stutt kunning um niðurfelling, har viðgjørt verður, hvussu jørðin verður endurgivin á einum korti, í stórum ella lítlum málistokki. Hinir tríggir partarnir eru í høvuðsheitum lærugreinaøki í náttúrulandafrøðini: Jarðarskorpan, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. Leikluturin hjá menniskjanum verður sjálvsagt eisini viðgjørdur. Landafrøði 2: Mentanarlandfrøði Í aðru bók er menniskjan í miðdeplinum. Teir seks partarnir viðgera úr ymsum sjónarhornum, hvussu menniskju brúka lendið, og hvørji viðurskifti ávirka, hvussumenniskju gagnnýta jørðina.Yvirskriftirnar á hvørjum parti vísa, hvørji øki verða viðgjørd: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, B ýir, Vinnulív í heiminum, Orka og Landafrøði og politikkur. Tann seinasti parturin snýr seg millum annað um

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=