Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-15 Landafrøði 1 Avritssíða 4.3 Ástøðið heldur Seinni kanningar hava víst, at ástøði Wegeners var á rættari kós. Í 1960-árunum funnu granskarar fram til ástøðið ummeginlandarákið. Tað snýr seg um, hvussu jarðarskorpan er samansett, og hvussu hon flytur seg. Sambært hesum ástøði er jarðarskorpan býtt upp í plátur, steinhválvplátur . Tær eru tunnar undir høvunum og tjúkkar undir fjallarøðum. Í miðal eru tær um leið 100km til tjúktar. Pláturnar flyta seg í mun til hvørja aðra, tær renna saman ella flyta seg burtur frá hvørji aðrari. Tað ger, at spenningar verða við plátumørkini, sum so elva til eldgos ella jarðskjálvtar. Við plátumørkini verða fjallarøðir og djúpálir. Enn vita vit ikki við vissu, hvat fær pláturnar at flyta seg, men flestu granskarar eru á einum máli um, at magma í kápuni ávirkar nógv. Í støðum kemur heit magma upp móti jarðarýtuni. Har verður hon køld og fer seinni niður aftur í jørðina. Á henda hátt verða streymar, sum flyta pláturnar ymsar vegir. Hvussu nógv tær flyta seg, er tó ógvuliga avmarkað. Ofta flyta tær seg bara nakrar sentimetrar um árið. Spurningar at arbeiða við Avrita eitt heimskort á eitt A3-ark. Klipp heimspartarnar út og royn at seta teir saman sum eitt putlispæl. 1. Ber saman úrslitið við kortið av Pangea í bókini á bls. 34. 2. Á hvørjar eygleiðingar stuðlaði Alfred Wegener sítt ástøði um meginlandarákið? 3. Hygg at einum korti, sum vísir steinhválvpláturnar og hvussu tær flyta seg (bls. 33 í bókini). Nevn dømi um øki í heiminum, har pláturnar flyta seg burtur frá hvørji aðrari, og har tær renna saman. 4. Hvat hendir í jarðarskorpuni í hesum økjum? 5. Hví flyta steinhválvpláturnar seg? Kjarni Sundurglíðandi plátumót Samanstoytandi plátumót Steinhálvplátur Kápa
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=