Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-20 Landafrøði 1 Avritssíða 4.7 Jarðarskorpan, grundarlag fyri lívi – endurtøka 1. Greið frá hesum orðum: jarðarskorpa, kápa, magma. 2. Hvat var Pangea? 3. Greið frá innaru kreftunum. 4. Hvat hendir, tá ið tvær meginlandaplátur renna saman? 5. Hvat hendir, tá ið havplátur glíður sundur? 6. Hvørji sløg av eldgosum eru? Hvussu síggja tey út, og hvussu hátta tey sær? 7. Hví verður jarðskjálvti? 8. Hvussu staðfesta vit ein jarðskjálvta og styrkina í honum? 9. Nevn nøkur dømi um ymisk grótsløg, steinsløg og grundevni. 10. Hvussu bólka vit tey ymisku grótsløgini, og hvussu eru tey íkomin? 11. Nevn nøkur dømi um, hvussu vit brúka tilfeingið úr undirgrundini. 12. Greið frá ytru kreftunum. 13. Greið frá máan og tæring.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=