Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 4-21 Landafrøði 1 Avritssíða 4.8 Jarðarskorpan, grundarlag fyri lívi - hugdýping 1. Greið frá einum ógvisligum jarðskjálvta, sum var í 20. ella 21. øld. Hvørjar avleiðingar fekk jarðskjálvtin fyri fólkið í økinum? 2. Hvar eru tey flestu virknu eldgosini? Hví eru tey júst har? Greið frá einum kendum eldgosi. Sig eisini frá, hvørja ávir- kan tað hevði á fólkið í økinum. 3. Hví er munur á jarðfrøðiligari og søguligari miðøld? 4. Passar tað, at granitt er altíð eldri enn kálkgrót? 5. Tilfeingið í undirgrundini verður ikki endurnýggjað, tí er vandi fyri, at tað einaferð verður uppi. Hvussu kann hesin trupulleiki verða loystur? 6. Hvat liggur aftan fyri slíkar útsagnir: Eitt land við nógvari olju fær meiri vald. Samstundis fær umheimurin størri áhuga fyri landinum. 7. Brúka hesi hugtøk og greið frá, hvussu jarðarýtan broytist: evnafrøðilig tæring, alislig tæring, máan av vatni, aldu, ísi og vindi. 8. Hví eru øki við nógvum vøkstri minni ávirkað av jarðar- máan enn øki við lítlum vøkstri? 9. Hví eyðkenna U-skapaðir dalar summi landsløg og V-ska- paðir dalar onnur? 10. Greið í stuttum frá, hvussu fólk í Føroyum fyri 100 árum síðan og fyri ta tíð útvegaðu sær orku úr lendinum, og hvussu farvegur sæst eftir tí í landslagnum. 11. Nevn nøkur fyribrigdi í Føroyum, har farvegur sæst eftir ístíðini, og hvar tey eru at finna.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=