Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-1 Landafrøði 1 Veðurlag og vøkstur Triði partur í Landafrøði 1 viðger hesi evni: • Lofthavið • Náttúran og veðurlagið • Menniskjað og veðurlagið • Vatnringrásin • Veðurlag og vøkstur Parturin kann verða nýttur til at venja førleikarnar hjá næmingunum at síggja sambond og heildir, orsakir og avleiðingar, men eisini at leita eftir og skipa upplýsingar, bera saman og taka avgerðir. Tann stóra avbjóðingin at enda verður at arbeiða við tí vaksandi vakstrarhúsárininum. Endamál At skilja lívsneyðuga lofthavið Lofthavið er ein grundleggjandi fortreyt fyri øllum livandi á jørðini. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at næmingarnir skilja hetta. At skilja veðurlagið og týdningin, tað hevur Veðurlagið er tongt at hitanum, vætuni í luftini, avfalli, lufttrýsti og hvussu vindurin er. Veðurlagið ávirkar menniskju, vøkstur og djóralív á ein ógvuliga víðfevndan hátt. Fyri okkum menniskju er veðurlagið bæði ein forðing og ein hjálp í tí, vit fáast við. Vit liva í eini tíð, har veðurlagið broytist ógvuliga nógv. Hetta er ein ávísur vansi fyri djórini og fer í framtíðini eisini at verða ein vansi fyri menniskju. Tí eigur tað at vera raðfest høgt í frálæruni í landafrøði, at næmingarnir tíðliga læra um, hvønn týdning veðurlagið hevur, og ta ávirkan, ið menniskjað hevur. At skilja vatnringrásina Vitanin um vatnringrásina er avgerandi fyri at skilja brotið, sum er um avfall. Uttan hesa grundvitan er tað torført at koma víðari í hesum partinum. Tí ræður um, at allir næmingarnir skilja, hvussu ringrásin er. Vatn er eitt so týdningarmikið evni, at tað eisini verður viðgjørt í einum parti fyri seg. BÓKMENTIR Hanus Kjølbro: Veðurlagið. Forlagið Silvitni 2007 Bogi Hansen: Veðurlagsbroytingar. Nám 2011 Føroya Náttúra, 7., 8. og 9. partur. Føroya Skúlabókagrunnur 2006 Magnus Gaard: Lívfrøði 3, bls. 96-114. Nám 2011 5
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=