Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-2 Landafrøði 1 Fakligir førleikar – vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • kennir og dugir at brúka grundleggjandi hugtøk á lærugreinaøkinum • skilir týdningin, sum lofthavið hevur, og eisini hvussu viðbrekið tað er • dugir at greiða frá muninum millum veðurlag og veður • dugir at greiða frá, hví hitamunur er á jørðini • dugir at greiða frá, hví tað regnar, og hví vindur er • dugir at greiða frá vatnringrásini • dugir í høvuðsheitum at greiða frá teimum ymsu sløgunum av veðurlagi, eyðkenni og hvar tey eru, og frá vakstrarøkjum í hvørjum slagi av veðurlagi • dugir at nevna einføld dømi um, hvussu veðurlagið ávirkar vøksturin, djóralívið og menniskju í einum ávísum øki • dugir at greiða frá, hvussu menniskjað ávirkar ozonlagið og er atvoldin til vaksandi vakstarhúsárinið, og eisini, hvussu hetta kann ávirka lívið á jørðini í framtíðini • veit hvat kann verða gjørt fyri at minka um trupulleikan við ozonlagnum og við tí vaksandi vakstrarhúsárininum. Arbeiðsgongd Var einki lofthav, var einki lív Uppskot til innleiðslu: Brotið snýr seg um veðurlag og vøkstur. Ein máti at byrja er at vísa myndir av ymiskum landsløgum kring um í heiminum. Bókin hevur nógvar vakrar myndir, t.d. á bls. 61, 73, 79 - 82, 84 - 85 og 87. Tú kanst eisini leita á internetinum, har er ørgrynna av tilfari at finna. Á Google kanst tú t.d. skriva: “photos + landscapes”. Á nógvum heimasíðum eru góðar myndir, men felags fyri tær er, at tú mást kanna eftir, hvussu tað er við upphavsrættindum. Spyr næmingarnar, hví náttúran á myndunum sær út, sum hon ger. Fara næmingarnir at tosa um fjøll og dalar, hava teir skilt fyrra partin. Vís á, at hesin parturin fer at snúgva seg um, hví veðrið og vakstrarlíkindini eru, sum tey eru. Spyr so næmingarnar: -- Hvør er upprunin til alt lív á jørðini? -- Hví er einki lív á mánanum ella Mars? Tú kanst eisini vísa myndir av landsløgum haðani. Prátið eigur so við og við at koma inn á lofthavið: Landafrøði 1, bls. 60 - 63

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=