Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-3 Landafrøði 1 -- Hvørji evni eru í lofthavinum, ið eru týdningarmikil fyri lívið á jørðini? -- Hvat skulu fólk og fæ hava úr lofthavinum? -- Hvørji evni í lofthavinum eru alneyðug fyri vøksturin á jørðini? (Vatn verður viðgjørt í einum parti fyri seg.) Í hesum partinum snýr tað seg um at síggja sambond og heildir. Til hetta mugu næmingarnir fáa hjálp, og her eru talvan og samvirkna talvan hent amboð. Tú kanst tekna heildina fyri teimum. Brotið er upplagt at knýta at lívfrøði og evnafrøði, sum kunnu viðgera ljóssamevning og eisini ringrásina hjá nitrogen gjøllari. Her ræður bara um at staðfesta nakrar meginreglur. Dømi um lívsneyðug luftsløg í lofthavinum: 1. oxygen (O 2 , súrevni) 2. nitrogen (N, køvievni) 3. carbondioxid (CO 2 , koltvísúrni) 4. vakstrarhúsgass 5. ozon (O 3 ) Tekna einfalda tekning, sum vísir, at menniskju anda carbondioxid út, sum verður upptikið í plantum, sum síðani aftur gera oxygen. Evnafrøðiliga tilgongdin verður gjøllari viðgjørd í lærugreinunum lívfrøði og evnafrøði: Ljóssamevning: 6H 2 O + 6CO 2 + sólarljós à C 6 H 12 O 6 + 6O 2 Anding (respiratión): C 6 H 12 O 6 + 6O 2 à 6H 2 O + 6CO 2 + orka Les bls. 60 - 62 í bókini og ger so eina tekning av vakstrarhúsárininum. Vís á, at tað er ikki er vakstrarhúsárinið í sjálvum sær, men tað vaksandi vakstrarhúsárinið, sum elvir til veðurlagskjakið nú á døgum. Hetta koma vit aftur til. Næmingarnir eiga avgjørt at vita, hvønn týdning ozonlagið og ozonholið hava. Kring allan heim er talið á tilburðum av húðkrabbameini vaksið ógvisliga seinastu fimmti árini. Orsøkin er, at vit vera alt meira fyri ultraviolettum (úrbláum) geislum av tí, at ozonlagið er vorðið tynri, og tí at nógv fólk nýta sóllampur at gerast sólbrend. Í Føroyum hevur talið á tilburðum av húðkrabbameini leingi verið oman fyri 40 um árið, men seinastu árini er tað minkað, helst tí at fólk eru farin at ansa betur eftir ikki at sóla sær ov nógv og ikki at skáldast av sólini. (Sí www.krabbamein.fo ) Eftir hesa innleiðslu – hvørs endamál er at gera næmingarnar medvitandi um, hvussu týðandi lofthavið er fyri alt lív – ber til at venda aftur til tann upprunaliga spurningin: -- Hví síggja landslagið og vøksturin út, sum tey gera?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=