Landafrøði 1-3 Lærarabók

inngangur Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 1-4 Landafrøði 1–3 týdningin av landamørkum, um órættvísið í heiminum, altjóðagerð og ætlanir í samfelagnum. Landafrøði 3: Økislandafrøði Triðja bókin viðger teir seks heimspartarnar. Ein røð av dømum vísa margfeldið, sum er í øllum heimspørtum. Hesir partarnir um heimspartarnar kunnu verða lisnir sum ein samanumtøka av tí, sum er viðgjørt í teimum báðum fyrru bókunum. Men tað ber eisini til at byrja við Landafrøði 3. Tá ber til at nýta hinar báðar bøkurnar til at fara í dýpdina við teimum ymsu evnunum, sum koma fyri í pørtunum um hvønn heimspart sær. Bygnaðurin í tekstinum Hvør partur í bókunum byrjar við einum stuttum inngangi, sum roynir at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri tekstinum, sumkemur aftaná. Saman við høvuðstekstinum eru fotomyndir, tekningar, talvur og kort. Hvør partur endar við, at Vit steðga á við eitt ávíst stað ella fyribrigdi. Hesi brot eru ætlað sum støði undir orðaskifti. Týðandi hugtøk eru skrivað við skákskrift. Legg til merkis, at kunning eisini er at finna innanfyri á permuni. Tekstur í kassum Nógv týðandi hugtøk verða nærri lýst í serligumkassumá breddanum. Við hvørt fer teksturin í teimum litaðu kassunum í dýpdina við serliga áhugaverdum fyribrigdum. Á breddanum standa eisini ymisk dømi, sum leggja seg afturat høvuðstekstinum og fara í dýpdina. Lærarabókin Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði . Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við innihaldsligu krøvini í námsætlanini fyri landafrøði, og greitt verður frá teirri grundhugsan, sum innihaldið í bókini byggir á. Eisini eru hentar upplýsingar viðvíkjandi kvantitativum og kvalitativum kunnleika umframt førleikum, sum næmingarnir eiga at ogna sær. Lærarabókin er býtt í somu partar sum bøkurnar. Hvør partur í lærarabókini hevur sama bygnað:

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=