Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-4 Landafrøði 1 Tað veldst fyrst og fremst um veðurlagið. Sigast kann, at veðurlagið verður skapað í lofthavinum. Nakrar einfaldar lýsingar kunnu verða skrivaðar á talvuna: • Avfall = regn, kavi og heglingur • Veðrið = hiti, vindur, lufttrýst og avfall í einum avmarkaðum tíðarskeiði • Veðurlag = veðrið lýst sum miðal hiti, vindur, lufttrýst og avfall í long tíðarskeið. Nú eigur flokkurin at kunna fara ítøkiligari til verka viðvíkjandi veðurlagi og vøkstri. Hvat ávirkar veðurlagið Hetta brotið krevur nógv av næmingunum, tí stórur partur byggir á úrtøkilig hugtøk. Veðurfrøðin er torfør at skilja - sjálvt hjá vaksnum fólki. Tað er tí einki skeivt í at geva einføld dømi. Í hesum partinum verður nógv gjørt burtur úr at venja førleikan hjá næmingunum at síggja orsakir til ymisk fyribrigdi og avleiðingar av teimum - at síggja sambondini í eini heild. Byrja við at lesa bls. 64–65 í bókini. Síðan kunnu tríggir týðandi spurningar um evnið verða viðgjørdir: -- Hví er hitamunurin á jørðini so stórur? -- Hví eru vindar? -- Hví er avfall? Fáir næmingar kunnu greiða hesar spurningar – heldur ikki við at brúka bókina. Alt eftir, hvussu búnir næmingarnir eru, kunnu nakrir teirra fáa til uppgávu at finna fram til svarini á bls. 65 - 71, men tá mást tú greiða teimum frá, at teir mugu hugsa um spurningarnar, meðan teir lesa, tí frágreiðingarnar til svarini eru ikki í beinari raðfylgju, og tær eru heldur ikki heilt lættar at skilja. Tað ber til at tekna heldur enn at skriva sum ein máti at svara spurningunum. Ein annar møguleiki er at fara ígjøgnum spurningarnar, ein og ein. (Sí svarini niðanfyri). Tá ið næmingarnir eru lidnir við sjálvstøðuga arbeiðið, verður mælt til, at tikið verður samanum á talvuni. 1. Hví er hitamunurin á jørðini so stórur? Høvuðsorsøkin til hitamunin er, at jørðin er rund. Tað ger, at í økinum nær við miðkringin koma sólargeislarnir beint niður, men tess nærri við koma pólunum, tess meira koma teir á skák. Hetta ber í sær, at økið millum sólkringarnar fær tættari sólargeislar og fær eitt avlop av varma. Tað vil siga, at meiri varmi kemur til enn fer frá. Tess nærri vit eru pólunum, longri er ímillum sólargeislarnar. Sólorkan Landafrøði 1, bls. 64 Landafrøði 1, bls. 66
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=