Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-5 Landafrøði 1 minkar so líðandi frá sólkringunum til pólarnar, og hetta ber í sær, at hitin verður minni við pólkringarnar. Hevði jørðin verið fløt og ikki rund, skuldi miðalhitin verið um leið tann sami allastaðni. Eisini ávirkar tað styrkina í sólarljósinum, at jarðarásurin hellir 23,5 stig. Norðara hálva og sunnara hálva hella ójavnt móti sólini, alt eftir hvar jørðin er í ringrásini um sólina. Sólin stendur hægst á luftini millummiðkringin og sólkringarnar. Hetta ger, at hitin í ymsu økjunum broytist gjøgnum árið. Úrslitið er, at árstíðirnar skifta, tó ikki við miðkringin. 2. Hví eru vindar? Vindar – alt frá heimsumfatandi vindskipanum til staðbundnar vindar – koma av, at hitabroytingar eru í økinum. Luftin javnar altíð trýstmunir. Tað hol, sum verður, tá ið luftin í einum øki verður heitari og fer uppeftir, verður altíð fylt upp aftur við luftini, sum er rundanum. Tað er henda ringrásin í luftini, sum ger vindar. Áðrenn vit fara at tosa um vindar í heimshøpi, kann tað vera gott at kanna vindviðurskiftini nærri í einumminni høpi. Dømið niðanfyri, hvussu avlandsvindar og álandsvindar verða til, er gott at taka støði í. Avlandsvindur og álandsvindur Greið næmingunum frá hesum: Ímynda tær, at tú tíðliga um morgunin ert staddur niðri í fjøruni. Sólin skínur, tað er stilt, og tað gerst heitari og heitari. Sum líður út á dagin, merkir tú, at tað fer at lota uttan av havi. Landafrøði 1, bls. 66 - 69 Sólarljósið verður kastað aftur út í lofthavið Sólin í senit – sólargeislar á lítið øki geva nógvan varma Sólargeislar á skák geva lítlan varma Póløkið Temprað økið Tropurnar
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=