Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-6 Landafrøði 1 Spyr næmingarnar síðani: -- Hví fer at lota? Vatn og jørð hava ikki somu eginleikar at halda varmanum. Jørð verður skjótt ávirkað báðar vegir. Hon er skjót at verma og kólnar eisini skjótt. Sjógvur tekur longri tíð at verma, men heldur harafturímóti varmanum longur. Hetta síggja vit eisini á myndunum: • Jørðin verður hitað reiðiliga skjótt. Luftin yvir henni verður heit og víðkast. Tað ger, at hon fer uppeftir, og tá verður lágtrýst. Tómrúmið, sum nú verður, sýgur kaldari luft uttan av havi til sín. Luftin yvir sjónum heldur á leið sama hita sum áður. Hetta ger, at hátrýst verður. Ein ringrás byrjar, har luftin við at flyta seg javnar trýstmunin. Nú verður álandsvindur. • Um náttina skiftir vindurin ætt og blæsur út á hav. Jørðin kólnar nevniliga reiðiliga skjótt, tá ið sólin fer til viðar. Luftin yvir jørðini kólnar og søkkur niður, og tá verður hátrýst. Sjógvurin harafturímóti, sum er hitaður upp um dagin, fer nú at hita luftina. Tað ger, at luftin fer uppeftir, og lágtrýst verður. Luftin inni við land verður drigin móti lágtrýstinum, og vindurin broytir ætt. Nú verður avlandsvindur. Heimsumfatandi vindskipanir Meginreglan fyri heimsumfatandi vindskipanir er tann sama, sum tá ið álandsvindur kemur. Í ávísum økjum verður luftin hitað og fer uppeftir. Í øðrum økjum verður hon køld og fer niðureftir. Hetta elvir til eina ógvuliga stóra ringrás. Tekna myndirnar niðanfyri á talvuna, men ikki pílarnar, sum vísa ættirnar. Lat næmingarnar skjóta upp, hvaðan vindarnir koma. Vindarnir snara vesturá á norðaru hálvu og eysturá á sunnaru hálvu, tí jørðin melur um sín egna ás. Hetta verður nevnt corioliskraftin. Í bókini á bls. 68-69 eru eisini frágreiðingar og tekningar av fyri­ brigdum sum vestanvindar og monsunvindar. Alt er grundað á fatan av megin­regluni um álandsvind. Næmingarnir kunnu nú arbeiða við avrits­síðuni Vindar og vindskipan. Avritssíða 5.1 Lágtrýst Hátrýst Sjógvur Land Lágtrýst Hátrýst Sjógvur Land Álandsvindur Avlandsvindur DAGUR NÁTT

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=