Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-7 Landafrøði 1 3. Hví verður avfall? Tá ið luftin fer uppeftir, kólnar hon. Hetta fær vætuna í henni at tættast til dropar, sum verða til avfall, antin tað regnar, kavar ella heglar. Tað ræður um, at næmingarnir skilja og læra seg hugtøkini tætting og guva . Bókin viðger vatnringrásina, áðrenn hon viðger avfall. Tað ber sjálvandi til at broyta raðfylgjuna. Vatnringrásin Tað ræður um, at næmingarnir hava eina grundleggjandi fatan av vatnringrásini, sum er fortreytin fyri at kunna arbeiða víðari við avfalli, umhvørvisvernd og vatni sum tilfeingi í heiminum. Vitanin um, at vatn er í eini ringrás, kann vera ógvuliga ymisk hjá næmingunum. Tí kanst tú leggja fyri við einum spurningi, so tú fært at vita, hvat teir duga. Hesin spurningur er góður at seta: -- Flestu áir í heiminum renna í sjógv. Hví verður ikki vatnflóð? Prátið um svarini. Síðan kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðuni Vatnringrásin við hjálp úr bls. 70 - 71 í bókini. Viðmerkingar til avritssíðurnar Sólin stýrir vatnringrásini. Vatnnøgdin á jørðini er støðug. Sólarhitin ger, at sjógvur guvar og gerst til damp. Dampur er feskt vatn, tí saltið er eftir í sjónum. Av dampinum verða skýggj, sum reka inn yvir land, og tað fer at regna. Um leið 35 prosent av regninum verða til grundvatn ella fara í áir og vøtn . Restin guvar upp í lofthavið, ella gróðurin tekur tað í seg. Vatnið er ein so týðandi partur av heildini, at tað hevur ein sjálvstøðugan part í bókini. Ymisk sløg av avfalli Fleiri orsakir eru, hví luftin fer uppeftir. Næmingarnir kunnu arbeiða við avritssíðuni Ymisk sløg av avfalli við støði í bls. 70-72 í bókini. Góðveðursregn Góðveðursregn er avfall, sum er heilt vanligt yvir regnskógi. Tað kann tó eisini koma sum toruregn í Norðurlondum. Um dagin hitar sólin jørðina og luftina uppiyvir. Luftin víðkast, verður lættari og fer L H L H H H H H L H H H H H H H H L L L L L L L L L L L H H L H H H H Vestanvindar Landnyrðingspassatur Miðkringur Miðkringur Landsynningspassatur Vestanvindar Vestanvindar Landnyrðingspassatur Landsynningspassatur Vestanvindar Norðpólur Suðurpólur Norðpólur Suðurpólur 0° 30° N 60° N 30° S 60° S 0° 30° N 60° N 30° S 60° S

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=