Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-8 Landafrøði 1 uppeftir. Har kólnar hon, og vætan í henni verður til vatndropar, og tað fer at regna. Vanliga regnar seint seinnapartin hvønn dag. Fjallaregn Tíðum rennur luftin seg í eina fjallalíð og verður tí noydd uppeftir. Tá ið luftin fer upp eftir fjallalíðini, verður hon kaldari, og tað fer at regna. Hinumegin fjallalíðina er vanliga turt, tí vætan tá er farin úr luftini. Har er sonevndur regnskuggi. Brúgvaregn Hetta er eitt ógvuliga vanligt fyribrigdi t.d. í Norðurlondum. Toganin millum kalda luft frá pólinum og heita luft sunnaneftir ávirkar luftina. Markið millum køldu og heitu luftina nevna vit pólbrúgv. Í hesum økinum fer tann heita, lættara luftin upp um ta køldu, sum ger, at tann heita luftin kólnar. Vætan í henni verður til dropar, sum aftur verður til avfall. At vindarnir mala um lágtrýstið ímóti sólini er, tí at jørðin melur um sín egna ás. Um heystið og várið eru pólbrúgvarnar um ein stóran part av Norðurlondum og gera óstøðugt veður. Um summarið flytur pólbrúgvin seg longur norður. Tá fær tann sunnari parturin av Norðurlondum heita og lýggja sunnanluft. Um veturin er pólbrúgvin um Suðurevropa. Hetta ger, at køld pólluft er yvir Norðurlondum. At pólbrúgvarnar flyta seg, er tongt at leguni, sum jørðin hevur í mun til sólina, sum ávirkar geislingina . Tá ið norðara hálva hellir frá sólini, minkar sólargeislingin, og tann kalda pólluftin hevur yvirvág. Um summarið hellir norðara hálva móti sólini, sum ger, at tann heita sunnanluftin kemur inn yvir Norðurlond. Hvat ávirkar veðurlagið? Tá ið flokkurin hevur arbeitt við hitalagnum, vindum og avfalli, er gott, um næmingarnir eisini venja seg at síggja sambond og heildir. Bið næmingarnar hyggja í atlasið. Vel heimskort, sum vísa vøkstur og hæddarmunir. Tryggja tær, at næmingarnir skilja tað, sum atlasið vísir. Síðan kanst tú seta teimum nakrar spurningar, sum krevja, at næmingarnir tvinna saman vitan um hita, vindar og avfall: -- Hví er regnskógur í Amazonas? -- Hví er Atacamaoyðimørkin júst har, hon er? -- Hvar í heiminum eru regnskógarøkini og hví júst har? -- Hvar í heiminum eru oyðimerkur og hví júst har? Veðurlagið ávirkar vøksturin Viðvíkjandi vakstrarøkjunum er óneyðugt hjá næmingunum at terpa og duga uttanat, hvussu tað er við summarhitanum í teimum ymsu økjunum. Hinvegin eiga teir at fáa eina kunning um, Avritssíða 5.3 Landafrøði 1, bls. 73 – 87 Avritssíða 5.4 Regnskuggi Heit luft Heit luft Heit luft Góðveðursregn Fjallaregn Brúgvaregn Køld luft

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=