Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-9 Landafrøði 1 hvussu tað er ymsastaðni á jørðini, so teir kenna hugtøk sum t.d. oyðimarkarveðurlag. Hetta er gott høvi at venja førleikan hjá næmingunum at leita eftir og skipa ymsar upplýsingar. Við avritssíðuni Veðurlagsøkini á jørðini kunnu næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt ella saman tveir og tveir og brúka bls. 74–87 í bókini til hjálpar. GG! Bæði talvan og kortið í avritssíðuni Veðurlagsøkini á jørðini eiga at verða vaksin til A3-stødd, áðrenn tey verða latin næmingunum. At bera saman og gera niðurstøður Tá ið næmingarnir hava savnað saman upplýsingar, er gott, um teir eisini fáa venjing í at fáa meiri vitan úr teimum. Hetta brotið venur førleikan at bera saman og gera niðurstøður og setur størri krøv. Næmingarnir hava nú eitt yvirlit yvir vakstrarøki og vøkstur í heiminum. Bið nú næmingarnar finna evniskort í atlasinum, sum siga okkurt um avfall, vind og hita. -- Hvar regnar mest í heiminum? -- Hví regnar mest í økinum við miðkringin? -- Hvar er heitast á jørðini? -- Eru bara oyðimerkur í teimum økjunum? -- Hví eru oyðimerkur ikki bara har, tað er heitast? -- Hví regnar meira í Noregi enn í Grønlandi? Vís teimum eitt kort yvir fólkatal í atlasinum og nýt Kina sum dømi: -- Hvar í landinum búgva flest fólk? -- Hvar búgva fæst fólk? -- Hvør kann orsøkin vera? Ber saman India við Amazonas: -- Hvussu nógv avfall er í hesum økjum? -- Hvussu nógv fólk býr í hvørjum av hesum økjunum? -- Hví er munur á fólkatalinum? (Økini hava ymiskt veðurlag, hóast tey hava nógv avfall - annað hevur regnskógarveðurlag og hitt savannuveðurlag.) -- Er nøkur oyðimørk, har nógv fólk búgva? -- Um so er, hvar? -- Hvat kann fáa fólk at búsetast í eini oyðimørk? (Egyptar búgva fram við Nilá, so teir hava atgongd til vatn.) Tað hevur týdning at vísa á, at veðurlagið ikki er tað einasta, sum er avgerandi fyri fólkatalið í einum ávísum øki.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=