Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-10 Landafrøði 1 Menniskjað og veðurlagið Í 1990-árunum og fyrst í 2000-árunum hava bæði granskarar og onnur tosað og skrivað nógv um vaksandi vakstrarhúsárinið. Øll eru samd um, at miðalhitin á jørðini er vaksin seinastu 100 árini. Spurningurin er, um hann er vaksin natúrliga ella av mannaávum. Sambært veðurlagsfrágreiðingini hjá ST (2007) er tað ógvuliga sannlíkt, at vaksandi útlátið av vakstrarhúsgassi er ein orsøk til, at hitin er vaksin. Miðalhitin á jørðini hevur sveiggjað upp og niður í ymsum tíðarskeiðum, eisini áðrenn menniskju høvdu nakra ávirkan, men ongantíð hevur broytingin gingið so skjótt sum nú. Í øllum førum eiga fólk at vera varin, nú vit varnast veðurlagsbroytingarnar. Jøklar bráðna, blot kemur í tundruna, vatnflóð og ógvisligur turkur er oftari, og djórasløg doyggja út. Sambært frágreiðingini hjá ST kunnu vit vænta okkum, at sjógvurin fløðir, og at býir og lond tískil fara undir sjógv.Vit fáa fleiri hitabylgjur, meiri regn og fleiri ódnir. 90 prosent av kavanum í Evropa fer at hvørva í hesari øldini, og Golfstreymurin fer at vikna (sum longu er staðfest). Evnið kann ørkymla næmingarnar, men tað hevur við okkara felags framtíð at gera og má tí verða tikið við. Veruleikin er, at veðurlagsbroytingarnar kanska eru tað týdningarmesta í allari frálæruni. Í arbeiðinum við hesum partinum eigur dentur at verða lagdur á, hvat næmingarnir kunnu gera fyri at ávirka støðuna – um tað bert er eitt lítið sindur.Tað gleðiliga er, at allir heimsins leiðarar viðgera evnið og royna at koma til eina niðurstøðu um, hvat gerast skal. Nú kann eisini vera hóskandi at greiða næmingunum frá, at tann landafrøðiliga vitanin er týdningarmikil – um teir ikki longu hava skilt tað. Arbeiðið við hesum partinum gevur ta vitan, sum er neyðug fyri at skilja veðurlagsbroytingarnar. Næmingarnir kunnu arbeiða við evninum við at lýsa støðuna nágreiniliga. 1. Skilgreina trupulleikan Næmingarnir lýsa trupulleikan á einfaldan hátt. Í hesum føri kann tað vera gott at hava eina mynd, sum vísir avleiðingarnar av vakstrarhúsárininum. Í lofthavinumer vakstrarhúsgass, t.d. carbondioxid. Stuttbylgjugeislar úr sólini fara ígjøgnum gassið niður á jørðina. Tá ið geislarnir raka jørðina, verða teir til langbylgjugeislar, sum ikki so væl sleppa út aftur gjøgnum gassið.Tað ger, at meginparturin av varmanum verður verandi í lofthavinum. Landafrøði 1, bls. 88 - 91
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=