Landafrøði 1-3 Lærarabók

inngangur Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 1-5 Landafrøði 1–3 Yvirskipað innleiðsla • Stutt framløga av innihaldinum í viðkomandi parti í bókini. • Yvirlit yvir, hvørjir førleikar kunnu verða mentir í arbeiðinum út frá viðkomandi parti í lærarabókini. • Endamálið við viðkomandi parti í bókini við atliti at lærugreinini. • Uppskot til ávegis mál. • Bókmentir og annað tilfar. Hesin parturin kann brúkast sum íblástur til orðingar í sambandi við at fylla út talvurnar Undirvísingargongdir og Ársætlan fyri lærugreinina . Arbeiðsgongd Sumheild samsvarar lærarabókin við undiryvirskriftirnar í bókunum. Summir partar eru tó lagdir saman í ein. Arbeiðsgongdin byrjar sum oftast við einum uppskoti til innleiðslu. Í lærarabókini eru tilvísingar til avritssíður og til síðurnar í bókini. Avritssíður Í hvørjum parti í lærarabókini eru avritssíður. Á teimum eru kort, venjingar, tekstir at fara í dýpdina við og uppgávur, ið taka samanum. Tvær tær seinastu avritssíðurnar í hvørjum parti eru Endurtøka og Hugdýping. Spurningar og evni í Endurtøku taka støði í viðkomandi parti av bókini og lærarabókini. Tey eru ætlað øllum næmingum í flokkinum at arbeiða við, einsæris ella í bólkum. Evnini í Hugdýping fara út um tað, sum er viðgjørt í bókini og lærarabókini.Tað ber til at arbeiða við hesum evnum sum ískoytisøki, ella tey kunnu vera eyka avbjóðing til teir næmingar, sum hava tørv á tí.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=